Nú verður verri at fáa Mladic og Karadzic

Nú Slobodan Milosevic er deyður, verður tað uppaftur truplari at fáa Serbia at útflýggja Ratko Mladic og Radovan Karadzic.

ES vil ikki tosa við Serbia um limaskap, fyrr enn landið hevur útflýggja fyrrverandi bosniaserbiska generalin Ratko Mladic og tann politiska leiðaran Radovan Karadzic, sum eru skuldsettir fyri krígsbrotsverk, og krígsbrotsmannadómstólurin í Haag hevur fleiri ferðir kravt at fáa fatur á teimum.

-Nú Milosevic er deyður, ræður um at fá hinar brotsmenninar fyri rættin, segði Carla del Ponte, høvuðsákæri, í gjár.

Men norski Balkan-serfrøðingurin Svein Mønnesland heldur, at tað kann gerast trupult at fáa fatur á Mladic og Karadzic. Hann vísir á, at nógvir serbar tulka rættargongdina í Haag sum ágang ímóti serbisku tjóðskaparkensluni, og serbiskir fjølmiðlar vóru eisini skjótir at skriva, at Haag hevði dripið Milosevic.

-Nú hann doyði uttan dóm, fara nógvir serbar at spyrja, um hann ikki var ósekur kortini, og tað fer ikki at gera tað lættari hjá serbisku stjórnini at útflýggja fleiri av teimum ákærdu, sigur Svein Mønnesland við Dagaavisen. Hann væntar eisini, at teir tjóðskaparsinnaðu í Serbia fara at fáa vind í seglini, nú Milosevic er deyður, og at tað fer at avmarka rásarúmið hjá stjórnini.

Bretski Balkan-serfrøðingurin Brace Gubacic væntar heldur ikki, at serbar fata at útflkýggja Ratko Mladic og Radovan Karadzic. Hann vísir á, at tað verður sera torført hjá serbisku stjórnini at sannføra fólkið um, at landið eigur at útflýggja teir báðar, tí fólkið hevur ikki álit á dómstólinum. Teir tjóðskaparligu serbarnir hava omngantíð viðurkent dómstólin í Haag og serliga ikki, nú Milosevic dsoyði, áðrenn mál hansara kom til dóms. Tvørturímóti væntar Brace Gubacic, at teir tjóðskaparsinnaðu stuðlarnir hjá Milosevic fara at gera alt fyri at tarna arbeiðinum hjá dómstólinum.

Annars hevur tað ikki staðið á hjá dómstólinum at útvega próvtilfar ímóti Mladic og Karadzic. Sum generalur var tað Mladic, sum hevði ábyrgdina av hópmorðinum í bosniska býnum Screbrenica, tá umleið 7.000 menn og dreingir vórðu fyribeindir. Karadzic hevði ta politisku leiðsluna og stóð á odda fyri at býta Bosnia sundur í etnisk øki.