Nú verður vátari í veðrinum

Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi dýpist og fer spakuliga í ein landsynning sunnan. Eitt tilhoyrandi brúgvalag førir í løtum til regn í Føroyum. Um vikuskiftið fer lágtrýstið í ein vestan og fyllist spakuliga, meðan nýggj lágtrýst nærkast Íslandi av suðri.

 

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s, møguliga við hørðum hvirlum, 18 m/s. Skýggjað og regn av og á, men um kvøldið klárar í og tað verður yvirhøvur turt. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og møguliga sólglottar. Hitin um 7, 8 stug. Í annaðkvøld makar hann vindin og um náttina verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og turt og hitin um 7 stig.

 

Dýra Biðidag

Gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Dagurin byrjar turrur og við sólglottum, men sum frá líður yvirhøvur skýggjað og um kvøldið og náttina fer at regna. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin

Andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum um kvøldið makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Skýggjað og yvirhøvur regn og hitin millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 m/s. Skýggjað og regn av og á og hitin um 10 stig. Um kvøldið og náttina lækkar hann í ein sunnan og útsynning og tað klárar í. Hitin um 7 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul, í støðum møguliga strúkur í vindi, av útsynningi og landsynningi, 5 til 13 m/s. Samdrigið og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 9 og 12 stig.