Nú fáa eisini børn og ung á Tvøroyri eitt frítíðarkort frá kommununi, sum ger at tey kunnu ganga ókeypis til ymisk frítíðarítriv í kommununi.
Tað samtykti meirilutin í Tvøroyrar Býráð á býráðsfundi í gjárkvøldið.
Nakrar aðrar kommunur hava samtykt tað sama, men á Tvøroyri fara tey eitt stig víðari. Aðrar kommunur hava samtykt, at frítíðarkortið skal vera galdandi fyri børn og ung ímillum frá skúlaaldri upp til 18 ár, men á Tvøroyri fáa øll børn og ung frítíðarkort, heilt frá nýføðingum til tey eru fylt 18 ár.
Sostatt fáa tey øll 2.000 krónur frá kommununi, um árið, sum tey síðani kunnu brúka til limagjald og luttøkugjald til ymisk frítíðarítriv.
Endamálið er at tað skal ikki verða fíggjarligu ráðini hjá foreldrunum, sum verða avgerandi fyri, um børnini sleppa til ymisk frítíðarítriv, ella ikki.
Men tey í býráðnum á Tvøroyri vóru ikki samd um at seta hesa skipanina í verk, tí minnilutin tók ikki undir við hesum.
Tey vildu heldur hækka barnafrádráttin í skattinum 2.000 krónur um mánaðin.
– Verður barnafrádrátturin hækkaður, vita vit við vissu, at øll fáa gagn av tí, segði Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum eisini er í minnilutanum.
Hinvegin ivast hann í, hvørja nyttu nýføðingar og pinkubørn fara at fáa burtur úr einum frítíðarkortið til ymisk frítíðarítriv.
Samstundis vísir hann eisini á, at hetta fer at føra rættiliga fitt av umsiting við sær fyri kommununa.
Kristin Michelsen minti eisini á, at frítíðarkortið er ikki skattafrítt, so vandi er fyri, at onkur fer at rinda skatt av tí - og so verður tann fíggjarligi lættin, sum frítíðarkortið skuldi geva, etin upp av eini skattarokning ístaðin.
Men meirilutin helt fast við ætlanina um at geva øllum børnum og ungum 2.000 krónur um árið, og at marka upphæddina til frítíðartriv av ymsum slagi.