Skeinking
Í gjárkvøldið vórðu fyrstu sterku ølirnar trektar upp í Café Hópinum á Toftum og settar á borðið.
Tað eru systrarnar, Joan Mikkelsen og Susan Johannesen, ið reka kafé’ina, sum er í sama bygningi sum matvøruhandilin á Toftum – ella í Hópinum, tey rópa.
Tað var hin 6. mai í fjør, at løgreglan sendi Nes kommunu eina umsókn hjá kafé’ini um hálvt skeinkiloyvi til ummælis.
Eftir viðgerðina, mælti mentanarnevndin frá at geva skeinkiloyvi.
Grundgevingarnar vóru, sum sagt verður í tilmælinum, at “tað er vísindaliga prógvað, at jú lættari tað er at fáa fatur í rúsdrekka, meira verður drukkið, og ta gongdina ynskir mentanarnevndin ikki í kommununi...”
Mentanarnevndin mælti eisini frá at viðmæla við teirri grundgeving, at kafé’in liggur niðri á havnalagnum, “... har nógv arbeiðsfólk, sjófólk og onnur hava sítt dagliga yrki, og tí kafé’in liggur beint uppat einasta handli í bygdini og ikki minst liggur á tí mest sentrala økinum, har okkara ungu halda til...”, sum sagt verður í grundgevingunum.
- Vit ynskja ikki at lata upp fyri fríari atgongd til rúsdrekka her í kommununi og mæla tí frá at játta skeinkiloyvið til Cafe´ina í Hópinum, segði mentanarnevndin.
Tá málið kom til endaliga støðutakan á almennum fundi í Nes kommunu, vóru hølini fullsett við fólki.
Tilmælið hjá mentanarnevndini fekk 5 atkvøður fyri (Helen H. Jacobsen, Petur í Túni, Elin á Torkildsheyggi, Petur J. Petersen og Súni í Hjøllum).
Ein atkvøða var blonk. Tað var borgarstjórin, Símun Johannesen.
”Eg sovi væl..”
Nú loyvisnevndin kortini hevur samtykt at geva Café’ini í Hópinum hálvt skeinkiloyvi, og fyrstu ølirnar vórðu trektar upp í gjárkvøldið, sigur Símun Johannesen, borgarstjóri, at hann fer ikki at liggja í andvekri av hesi orsøk.
- Mær vitandi hevur siðvenjan verið, at loyvisnevndin fylgir tilmælinum hjá viðkomandi kommunum í slíkum málum, men tað hevur hon so ikki gjørt í hesum førinum. Eg havi ikki sæð loyvi enn, men veit, at Café’in í Hópinum skonkti fyrstu ferð í gjárkvøldið.
Sum nevnt, tók Símun Johannesen sum hin einasti bygdaráðslimurin ikki undir við tilmælinum hjá mentanarnevndini.
- Tað var bevíst, at eg atkvøddi blankt, og kanska havi eg angrað, at eg ikki atkvøddi ímóti tilmælinum.
Hann sigur seg ikki duga at síggja, at tað nyttar nakað at binda fólk niður við forboðum, sum hann tekur til.
- Eg eri rættiliga avkláraður við eina slíka støðu, tí eg haldi, at fólk eiga at sleppa at ráða sær sjálvum. Hetta fer ikki at geva mær svøvnleysar nætur, sigur Símun Johannesen, borgarstjóri.