Nú verður Ringanna Harri kanska sjónvarpsrøð

Eftirkomarar J.R.R. Tolkiens ætla at selja rættindini at gera eina sjónvarpsrøð úr bókunum um Ringanna Harra, skrivar The Times.

 

Filmstrilogiin hjá Peter Jackson, sum kom út fyrst í 00’unum, gjørdist ein brakandi suksess, og filmsinntøkurnar vóru heili 18 milliardir krónur.

 

Lítið av hesum endaði tó í lummanum hjá eftirkomarunum hjá J.R.R Tolkien, sum skrivaði upprunaliga bøkurnar. Hann seldi nevniliga filmsrættindini til bókina longu í 1969 fyri 1,8 milliónir krónur, tí hann skyldaði skatt. Síðani hevur familjan verið í stríðið við Warner Bros um at fáa ein part av yvirskotinum frá filminum og øðrum vørum, sum hava við filmin at gera, og tað hevur eisini eydnast teimum at gera avtalu við Warnes Bros um okkurt av hesum. Talan er um inntøkur frá leikum, telduspølum, klæðum og øðrum knýtt at søguni um Frodo, Gandalf, Sauron og øll hini í Miðgarði.

 

Nú er familjan tó, saman við Warner Bros, farið undir at selja rættindini at gera eina sjónvarpsrøð bygda á bókina. Game of Thrones vísti, at fantasty-heimurin hevur stóran áhuga millum sjónvarpshyggjarar, men nú eru einans tvær sesongir eftir av tí seriuni. Tí verður leitað eftir tí næsta stóra, og mong halda, at tað kann gerast Ringanna Harri.

 

Eftir øllum at døma eru tað Netflix og Amazon, sum eru fremstu kappingarneytarnir at tryggja sær rættindini, og prísurin verður sagdur at liggja millum 1,3 og 1,6 milliardir krónur.