Atkomumøguleikar
Nú skal tað verða lættari hjá rørslutarnaðum at sleppa inn í almennar bygningr, bæði hjá landi og kommunum.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum arbeiðir í løtuni við at broyta lógir og reglugerðir soleiðis, at hvørja ferð land og kommunur byggja ein bygning, umbyggja ein bygning, ella leiga ein bygning, skulu tey syrgja fyri at leggja soleiðis til rættis, at eisini rørslutarnað hava fría atgongd til hann.
Tað, sum liggur í hesum, er, at tað almenna gongur á odda at tryggja rørslutaraðum atkomumøguleikar í hús og bygningar, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur hann hevur fingið undirtøku frá landsstýrinum at arbeiða víðari við málinum, tí hetta er eitt mál, sum umfatar fleiri málsøki í landsstýrinum, ikki minst landsstýrismannin í vinnumálum, sum umsitur Landsverk og landsstýrismannin í innlendismálum, sum umsitur kommunurnar.
Bæði land og kommunur
Fyri kommunurnar snýr hetta seg heilt ítøkiliga um, at landsstýrismaðurin í innlendismálum skal seta tað treyt í lógina um býarskipanir og byggisamtyktir, at rørslutarnað skulu hava tryggjaðan atkomumøguleikar, tá ið kommunur byggja nýtt, umbyggja ella flyta í annað høli.
Fyri bygningar hjá landinum snýr tað seg ítøkiliga um, at gera eitt rundskriv, sum tryggjar rørslutarnaðum atkomumøguleikar, tá ið landið og stovnar undir landinum byggja nýtt, byggja um ella leiga eitt høli.
Í hesum rundskrivi skulu eisini ítøkiligar vegleiðingar um, hvussu hesir atkomumøguleikarnir skulu vera.
Hans Pauli Strøm sigur, at hvørja ferð tað almenna t.d. leigar ein bygning, skal leigusáttmálin sendast Landsverki sum síðani skal tryggja, at treytirnar til atkomumøguleikar hjá rørslutarnaðum, eru loknar.
Hann sigur, at hann nú fer at senda innlendismálaráðnum og vinnumálaráðnum formlig boð
um hetta og so verður arbeitt víðari við tí.
Raðfrest fremst í ein mansaldur
Sum sagt fer hetta at tryggja rørslutarnaðum atkomuøguleikar í allari nýbygging, umbygging og hvørja ferð nýggj høli verða leigað.
Bygningar, sum longu eru, verða ikki broyttir.
Tað hava vit gjørt fyri at seta gongd á málið á ein hátt sum ikki kostar nakað. Skulu allir almennir bygningar broytast, kann tað gerast kostnaðarmikið og tí hava vit gjørt av at byrja við øllum, sum verður bygt, umbygt og leigað hereftir. Tá ið tað er gjøgnumarbeitt, kunnu vit fara eftir restini so við og við, sigur landsstýrismaðurin.
At tryggja rørslutarnaðum atkomumøguleikar til almennar bygningar og almenn støð, er eitt mál, sum meginfelag teirra brekaðu hevur arbeitt við í eitt lítið mannaminni.
Hans Pauli Strøm sigur, at fyri hálvum árum síðani fekk hann eitt álit um eina virkisætlan fyri ein brekapolitikkk.
Í tilmælinum, sum fylgdi við álitinum, vóru netupp atkomumøguleikarnir hjá brekaðum til bygningar og støð, raðfest allarfremst.
Hann hevur eisini havt fund við Meginfelag teirra Brekaðu, har tey sóknaðust eftir, nær nakað fer at vera gjørt fyri at tryggjað rørslutarnaðum atkomumøgular til bygningarog støð.
Og tað verður tað so nú, sigur Hans Pauli Strøm.