Tað skal vera lættari hjá fólki at fáa fatur á føroyskum mati.
Tey eru tey flestu í samgonguni, og í andstøðuna, samd um og sostatt hevur Løgtingið nú samtykt eitt uppskot hjá Poul Michelsen, landstýrismanni í vinnumálum um at linka krøvini í matvørulógini.
Í Føroyum hava vit eina siðbundna matvøruframleiðslu, serliga hvat seyðakjøti viðvíkur, og tí varð í matvørulógin broytt fyri nøkrum árum síðani, soleiðis at tað skuldi bera til at selja turt og ræst seyðakjøt og neytakjøt í handlum og á matstovum, hóast tað ikki varð slaktað og hagreitt á løggildum virki
Men nú er ætlanin, at hetta skal eisini umfata flest allar aðrar føroyskar matvørur eisini, bæði av kjøti, fiski, grind og øllum øðrum.
Fiskavirki, sum hava brúkt nógvar pengar upp á at á løgilda virki við tí endamáli at selja fiskavørur til fólk og í handlar, funnust at, at varð kravið um løggilding slept, var tað ógvuliga kappingaravlagandi.
Og tað er tinglimir samdir og tí hevur Løgtingið eisini samtykt, at krøvini til fiskavørur skulu ikki linkast og sostatt skulu tær framvegis virkast á løggildum virkjum. Hetta er eisini galdandi fyri skeljadjór.
Løgtingslimir halda eisini, at tað er ikki rætt at tað skal bera til at innflyta matvørur uttanlands og at hagreiða tær á virki í Føroyum, sum ikki er løggild, og síðani selja tær her.
Men kortini halda tey, at landsstýrismaðurin kann loyva hesum fyri ávísar innfluttar vørur. Eitt nú halda tey, at ein byrjan kann vera at gera undantak fyri úrdráttir úr útlendskum svínakjøti og mjólkaúrdráttum.
Í hesum føri vísa tey á, at í løtuni verða royndir gjørdar við at innflyta skinkur og ost úr Danmark, og at hongja tað í hjall í Føroyum at turka og at ræsa.
Og tey í Løgtinginum halda ikki, at tað er rætt at steðga hesum royndunum og tí skulu tær halda fram.
Uppskotið skal viðgerast eina ferð afturat, áðrenn tað er endaliga avgreitt.










