Tað er greitt, eftir at Hvalbiar Bygdaráð nú hevur samtykt fíggjarætlanina
fyri næsta ár.
Bygdaráðið hevur samtykt, at næsta ár skal skattaprosentið verða 20% og tað
er tað sama sum í ár.
Hinvegin hevur kommunan samtykt at hækka barnafrádráttin 2000 krónur fyri
hvørt barnið, so at hann verður 5000 krónur næsta ár.
Otto West, borgarstjóri, sigur, at hetta verður gjørt fyri at gera tað
lættari at vera barnafamilja í sóknini.
Men burtursæð frá tí, er fíggjarætlanin hjá Hvalbiar kommunu lítið hugaligur
lestur, tí nú er støðan tann, at ætlanin er at læna fýra milliónir næsta ár
fyri at tryggja kommununi nóg stórt gjaldføri at arbeiða við.
Men hetta merkir ikki, at kommunan er í neyð, tí tey eiga seks milliónir á
bók og skuldin frammanundan er minni enn ein millión, so enn verður langt
upp undir lániloftið, sum er ein álíkning og í Hvalba er tað 17 milliónir.
Men orsøkin til, at kommunan fer at taka lán, er fyri ein stóran part tann,
at Hvalbiar Kommuna noyðist sjálv at betala tær 11 milliónirnar, sum tað
kostar at umvæla havnarlagið, eftir tann stóra skaðan sum tað fekk í
kyndilsmessuódnini í 2008.
Síðsta gjaldið upp á tríggjar milliónir fyri umvælingina, skal betalast
næsta ár, men hesi síðstu árini er hetta ein útreiðsla, sum hevur tyngt
kommuna rættiliga illa.
Borgarstjórin dylir ikki fyri, at hann er sera misnøgdur við at løgtingið
ger mismun á kommunum í Føroyum, sum eru komin í akkurát somu støðu og tí
skilir hann ikki, a Skálavík fekk almennan stuðul til at umvæla skaðan, sum
Kyndilsmessuódnin elvdi til í havnarlagnum har í bygdini, men Hvalbiar
Kommua fær ikki eitt oyra fyri skaðan, sum sama ódn elvdi í Hvalba, hóast
skaðin í Hvalba var meiri enn 10 ferðir so umfatandi, sum tann í Hvalba..
Annars verður roknað við, at skattainntøkan í Hvalba verður 17 milliónir og
tað er sama inntøka sum í ár.
Næsta ár verða 3,4 milliónir settar av til íløgur næsta ár og tað skal
brúkast til umfatandi ábøtur á skúlan. Men umfatandi ábøtur skulu eisini
gerast á sambýli, umframt at kloakkirnar skulu byggjast út og høvuðsvegurin
ígjøgnum bygdina skal breiðkast.