Í morgin verður kannað fyri koronu frá klokkan 13 til 16.
Eftir ætlan verða kanningar gjørdar gerandisdagar frá klokkan 17 til 19, men hesar tíðir verða lagaðar eftir tí tørvi, sum er í samfelagnum. Seinastu dagarnar hevur ovurstórur áhugi verið millum manna at lata seg kanna og bíðirøðirnar langar.
Ferðsluviðurskiftini eru munandi frægari á Eirargarði, og Landssjúkrahúsið metir sum heild, at umstøðurnar at skipa fyri koronakanningunum verða betri enn á J. C. Svabosgøtu.
– Størsta broytingin er tó, at nú er ikki longur neyðugt at fáa ávísing frá kommunulækna, áðrenn tú letur teg kanna. Fólk skulu bara møta upp í bili og so taka røsku starvsfólkini sær av kanningunum og allari neyðugari skráseting, verður sagt av Landssjúkrahúsinum.
Skeltir eru sett upp, sum vísa vegin, tá ið fólk nærkast Eirargarði.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##