Nú verður kaldari

Eitt lágtrýst eystan fyri Ísland fer í ein landnyrðing, meðan eitt minni lágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein eystan. Seinnapartin hósdagin fer ein veikur hátrýstsryggur fram við Føroyum av vestri. Fríggjadagin fer eitt lágtrýstsøki sunnan fyri Ísland spakuliga í ein eystan og viknar, meðan tilhoyrandi brúgvaløgini flyta seg inn yvir Føroyar av útsynningi. Mánadagin fer væntandi eitt djúpt lágtrýst at nærkast Íslandi sunnan ífrá, og eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni og vindi nærkast Føroyum.

 

Hósmorgunin snarar hann vindin í ein norðan og útnyrðing og makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, seinni í eitt lítið lot, undir 5 m/s. Tað verður samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 6 og 10 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin aftur, í gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Tað verður skýggjað og út á kvøldið regn sunnan fyri. Hitin um 10 stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein útsynning og eitt skifti makar nakað. Fyrst verður skýggjað og regn, seinni sólglottar, men kortini nøkur æl. Hitin millum 12 og 15 stig. Um náttina verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s. Turt og stundum klárt. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein landnyrðing. Sólglottar, men kanska okkurt æl, um náttina stundum klárt og turt. Hitin um dagin millum 12 og 15 stig, um náttina um 10 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, seinni landsynningi, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar, men um náttina skýggjað av útsynningi. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.

 

Mánadagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, seinni útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av útsynningi, men um náttina klárar í, tað verður turt og stundum klárt. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.

 

Týsdagin øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, seinni vestri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.