Viðareiði: Er tað nakað sum viðingar samfelt eru sinnaðir fyri, so er tað at fáa ein tunnil til bygdina sum skjótast.
Nógv hevur verið tosað um hetta, og tað sermerkir eisini tilfarið í hesum blaðnum rættiliga nógv.,
Nú verður so løgtingsmál nr. 125/2011 “Uppskot til løgtingslóg um tunnil til Viðareiðis við tilhoyrandi vegum” lagt fyri tingið.
Í viðmerkingunum til uppskotið verður millum annað tikið soleiðis til:
Verandi farleið eftir landsvegnum frá Hvannasundi til Viðareiðis var tikin í nýtslu fyrst í
sekstiárunum. Fyri hetta varð siglt úr Hvannasundi til Leiti, haðani vegur var til Viðareiðis.
Byrgingin um Hvannasund var tikin í nýtslu í 1975, og tá var koyrandi allan vegin millum Klaksvík og Viðareiði.
Vegurin til Viðareiðis er nógvastaðni í brattlendi, og trupulleikar eru av grót- og skriðulopi.
Arbeitt hevur verið við ymiskum loysnum til nýggja farleið til Viðareiðis. Tríggjar ymiskar loysnir til nýggjar tunlar hava verið skitseraðar, og eisini eru kanningar gjørdar, um til ber at tryggja verandi veg við fjallatrygging, trygdarhegni ella trygdarveit fram við vegnum.
Avgerð er tikin um, at tunnil verður gjørdur frá Hvannasundi til Middal, umframt tilhoyrandi vegir.
Jarðfrøðiligar kanningar, sum millum annað fevndu um ein borikjarna, vóru gjørdar í 2005-07.
Verkætlanin er viðgjørd í Samferðsluætlanini 2008-2020, sum Vinnumálaráðið og Landsverk lótu gera í 2007. Har verður umrøtt at gera tunnil til Viðareiðis.
Tilmælt var, at verkætlanin var gjørd yvir 3 ár, árini 2015-2017. Mælt var til, at verkætlanin skuldi gerast eftir til dømis tunlarnar Norður um Fjall.
Í løgtingsfíggjarlógini fyri fíggjarárið 2011 er avsettar 5 mió krónur til tunnil til Viðareiðis.
Verkætlanin
Endamálið við verkætlanini er at tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis.
Verkætlanin umfatar at byggja ein umleið 1850 metra langan tunnil, sum gongur inn við Rættargarðar í Hvannasundi til Middal, undir Fossabrúgv Viðareiðismegin.
Umframt at gera veg frá verandi landsvegi við Hvannasund til tunnilin og at gera landsveg frá tunnilsmunnanum í Middali til Viðareiðis, íalt um 4000 metrar av vegi.
Henda nýggja farleið loysir trupulleikarnar við grót- og skriðulopi á Viðareiðisvegnum.
Kostnaðurin er mettur til 140 mió krónur íalt, og byggitíðin kann verða liðug eftir trimum árum.










