Jákup Símun Simonsen, býráðslimur
-------
Í fleiri ár hava Hvítanesfólk og onnur við, ynskt at fáa tryggari viðurskifti at ferðast til gongu ímillum Hvítanes og Hoyvík. Hetta er mest ferðslutyngdi vegurin í Føroyum, og hava foreldur havt stóran ampa at lata børnini ganga eftir hesum vegastrekki, umframt at tað eisini er hættisligt fyri vaksin fólk at ferðast til gongu. Fleiri uppskot hava verið frammi seinnu árini, men eru síðani dottin niðurímillum aftur.
Nú sær loksin út til at tað fer at eyðnast at gera eina trygga og góða gongugøtu ímillum Hvítanes og Hoyvík. Landsverk og Tórshavnar kommuna eru komin ásamt um ein leist at gera gøtuna eftir. Ein samd teknisk nevnd tók tann 19. apríl 2012 undir við at gera útbjóðingartilfar og fáa arbeiðið boðið út. Ein meiriluti í fíggjarnevndini tók tann 26. apríl 2012 somuleiðis undir við eini samdari tekniskari nevnd.. Málið kemur fyri á komandi býráðsfundi, og er tað mín vón, at eitt samt býráð tekur undir við at gera gøtuna. Tað eigur tó framhaldandi at verða arbeitt fyri at fáa sett 50 km hámarksferð longu tá komið verður í Sandvíkar. Hetta fyri at tað skal verða tryggari hjá bilaferðsluni av Hvítanesi at koma út á landsvegin.
Tað var á vári fyri 175 árum síðani at Hvítanes varð bygt. Nú er vár, so tað kann ikki verða betri hóskandi, enn við einum samdum býráði í hesum máli. Hetta hevur verið eitt av mínum mongu hjartamálum síðani eg kom í býráðið, og er hetta eisini tað minsta Tórshavnar býráð eigur at geva Hvítanesfólki í føðingardagsgávu.
Góða eyðnu og bestu føðingardagsheilsanir!