Nú verður fyrsta skotið latið av

Men tað verður einki alment hátíðarhald

Nú er stundin loksins komin til at tað er klárt at skjóta fyrsta skotið í tunlinum til Dals. Dalbingar hava bíðað leingi, men Landsverk sigur, at í morgin, hósdagin, klokkan 11, verður tað, at fyrsta skotið latið av.

Men almennu tilmælini um at fyribyrgjakoronu, gera tað, at tað ber ikki til at hava nakað alment hátíðarhald, sum tað annars hevði verið og tí verður hátíðarhaldið bara fyri innbodnum.

Á hátíðarhaldinum fara Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum at siga nøkur orð. Og so verður tað Vilhelmina Larsen úr Dali, sum eisini fer at siga nøkur orð, áðrenn hon fær heiðurin av at loysa fyrsta skotið av.

Næsta ár er ætlanin at seta níggju milliónir av til endamálið og verður tað upphæddin, sum verður sett av um árið, verða tað eini átta ár, til tunnilin kann takast í nýtslu. Dalstunnilin er søguligur, tí hetta verður fyrsti tunnilin, sum tunlasjakkið, sum Landsverk aftur hevur fingið, skal gera.