Nú verður farið undir ruskveiðu í føroyskum sjógvi

Tórshavnar kommunu er nú partur av ruskátakinum, Fishing for litter

Magnus Heinason, rannsóknarskipið hjá Havstovuni, fer nú undir at savna rusk, sum kemur inn, tá ið yvirlitstrolað verður. Skilt verður í tveir bólkar, jarn & metall og at brenna. 

 

Hetta er partur av nýggjum átakið hjá Tórshavnar kommunu, sum fór av bakkastokki í gjár í samstarvi við altjóða átakið Fishing for Litter.

 

Fishing for litter er eitt átak, ið hevur til endamáls at minka um ruskið í havinum. Sum nú er, eru nakrir trolarar í Leirvíkar kommunu við í Fishing for litter verkætlanini. Einfalda skipanin bjóðar fiskiskipum stórar rusksekkir, sum sjómennirnir so kunnu fylla tað burturkast í, sum teir frammanundan fáa við í teirra fiskiskapi. Haraftrat skal mann einki gjalda fyri at beina skrellið burtur.

 

Átakið Fishing For Litter er í Bretlandi, Niðurlondum, Svøríki og Føroyum, og tað er Kommunenes Internasjonale Miljøorganisasjon (KIMO), ið eigur átakið. Tórshavnar kommuna bleiv limur í 1. januar í ár.