Nú verður brúgvin umvæld - og tað er í evstu løtu

Nú verður arbeiðið boðið út og tað skal gerast í summar

Nú skal brúgvin út í Mykineshólm umvælast. Og tað er í tøkum tíma, tí hon er nú í so ringum standi, at Landsverk hevur sett hana bólk fýra, har bólkur fimm eru tær brýrnar í landinum, sum eru í allarringast standi.

Ein brúgv í bólki fýra er so illa farin, at hon hevur átrokandi tørv á ábøtum. Mett verður, verða neyðugar ábøtur ikki verða framdar, verður tað væntandi ikki trygt at koyra, ella vera, á brúnni fá ár seinni.

Tað er eisini væntandi, at ein brúgv í bólki fýra, endar í bólki fimm um tvey, trý ár – og nú eru tvey ár síðni, at brúgvin út í Mykineshólm varð sett í bólk fýra.

Nú Landsverk bjóðar arbeiðið at umvæla brúnna, út, er tað ein treyt, at arbeiðið skal gerast í tíðini frá 2. mai til 2. juli.

Brúgvin varð gjørd av nýggjum í 1989, og umvæld í 2011, er 42 metrar long og tveir metrar breið.