Nú verður bakaríið á Sandi stongt

Kommunurnar í Sandoynni fara allar at heiðra hjúnini, Anfinn og Karin í Soylu, fríggjakvøldið klokkan 19.

Allar kommunurnar í Sandoynni bjóða nú til móttøku í Virkinum á Sandi fríggjakvøldið 30. september klokkan 19. Tiltakið verður fyriskipað í samband við, at hjúnini, Anfinn og Karin í Soylu, nú gevast at baka, og í hesum sambandi vilja kommunurnar heiðra hjúnini fyri trúgva og drúgva tænastu.

 

Anfinn var bert 15 ára gamal, tá hann fór í læru í Havn sum bakari, og í 1971 lótu hann og konan, Karin, upp bakaríið á Sandi, sum tey hava rikið øll hesi seinastu 45 árini. Tá Anfinn byrjaði at baka í Sandoyni, vóru eini 28 bakarí í Føroyum. Tá hann hevur latið aftur, eru bert sjey bakarí eftir.

 

- Eg fari upp klokkan 04 og baki til umleið klokkan 9. Síðan koyri eg bakstur út í Sandoynni. Eftir døgurða plagi eg at fáa mær ein lúr, og síðan fari eg upp aftur at gera klárt til næsta dag. Soleiðis hevur arbeiðsgongdin hjá Anfinni í Soylu verið øll hesi 45 árini. 

 

Við Dag & Viku í kvøld segði Anfinn í Soylu, at tað verður undarligt at gevast við hesum virksemi, sum hann saman við konu síni hevur rikið øll hesi ár. Hann ætlar sær ikki at ganga fyri einki, nú bakaríið letur aftur, men hann ætlar sær heldur ikki at verða alt ov bundin.