Nú verða vitjandi á Bornholm kannað

Komandi vikurnar hevur løgreglan óvanligt eftirlit á Bornholm

Í morgun er løgreglan á Bornholm farin undir nýtt eftirlit. Løgreglan tekur ímóti fólki, sum koma til Bornholm við flogfari, ferju ella skipi, og ger eftirlit, sum ikki er vanligt at gera.

Orsøkin er, at stóra tiltakið Folkemødet verður á Bornholm hálvan juni, og í tí sambandi er løgreglan farin undir eitt serligt trygdareftirlit við vitjandi á oynni.

Ætlanin við eftirlitinum er ikki at krevja samleikaprógv frá øllum fólkum, men at hava eftirlit við teimum, sum koma til oynna. Um løgreglan heldur, at neyðugt er við nærri kanningum av útvaldum fólki, verður tað gjørt.

Nógv fólk kemur til Bornholm í sambandi við árliga Fólkafundin, og teirra millum eru eisini leiðandi politikarar.

Eyka eftirlitið á Bornholm verður gjørt, til Fólkafundurin er liðugur 18. juni.