– Hetta verður sum at lyfta okkum upp í nútíðina, og enntá inn í framtíðina. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú landsstýrið hevur samtykt at byggja eitt spildurnýtt skip til Strandferðsluna.
Tað samtykti landsstýrið í hósdagin og í næstum fer Henrik Old at leggja uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja at lata skipið byggja, samstundis sum at peningur skal setast av til endamálið.
Nýggja skipið er mett at kosta 34 milliónir. Tað verður góðar 26,4 metrar langt og átta metrar breitt, og sostatt er tað heldur størri og breiðari enn strandferðsluskipið, Ritan. Men talan er kortini um eitt heilt øðrvísi skip enn Ritan, tí nýggja skipið skal sigla 20 míl við ferðafólki, og tað er næstan tvær ferðir so skjótt, sum Ritan. Í roynd og veru hevur nýggja skipið somu motorstødd, sum Sildberin, 450 kW, men siglur kortini næstan tvær ferðir so skjótt, tí hann er úr lættari tilfari og sniðið er øðrvísi.
Talan verður um ein tríkilju, sum er betri í sjónum enn ein tvíkilja er. Skipið er úr herðaðum glasfipuri og tekur 120 ferðafólk um summarið og 97 ferðafólk um veturin, umframt tríggjar persónbilar, ella ein stóran ojubil, ella farmabil og bilarnir kunnu koyra umborð.
– Tað fer at gera tað munandi lættari at fáa oljubil og fram út á pláss, tað ikki hevur borið til áður, sigur landsstýrismaðurin.
Skipið brúkar olju, men tað hevur eisini battarí og kann sigla í tveir tímar upp á battaríið einsamalt. Nógvar havnir í Føroyum eru trongar, og veðrið er mangan ólagaligt, tí hevur skipið eisini tveir motorcar, og tvær skrúvur, umframt tvey sett av síðu skrúvum, og er annars gott at manøvrera.
– Eitt umboð fyri norsku skipasmiðjuna hevur verið í Føroyum, og hevur verið á øllum plássum, hetta nýggja skipið kann hugsast at sigla til, heilt úr Svínoy til Sandvíkar, so tey eru kunnug við umstøðurnar, áðrenn farið verður undir byggingina, sigur Henrik Old. Einasta pláss, skipið ikki kann sigla til, er Mykines, tí tað er tað ov stórt til, leggur hann afturat.
Skipið verður bygt á GSMP skipasmiðjuni í Gursken í Noregi, har tey eru serkøn at byggja skip, sum hesi, eisini skip, sum minna rættiliga nógv um ætlaða nýggja skipið hjá Strandferðsluni. Og ongst sum ætlað, kann Strandferðslan taka nýggja skipið í nýtslu um eitt ár.
Henrik old sigur, nýggja skipið hjá strandferðsluni fer at kunna røkja allar ruturnar hjá Strandferðsluni, uttan rutuna til Suðuroyar, og hann fer eisini at gera tað nógv lættari hjá Strandferðsluni enn tað er nú, at dokkingar til rættist.
– Nýggja skipið kann avloysa á rutuni til Nólsoyar, tá brúk er fyri Ternuni at sigla um Skopunarfjørð, og somuleiðs kann báturin setast í rutu til Kalsoyar, tá ið boð eru eftir Sam til farmaflutning – og tað er tað mangan, bæði at flyta farm fyri privat, fyri vinnuna, og fyri landið.
– Men í neyðstøðu kann skipið eisini sigla við ferðafólki ímillum Suðuroy og Sandoy, ella til Vágar. Um summarið kann tað flyta 100 ferðafólk ímillum Hvalba, ella Sandvík, og Sand, upp á 20 minuttir, ella skal siglast vestur í Vágar, tekur tað ein tíma, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at við ongum ferðafólki, siglur skipið 28 míl, so tað er bara ein løta at koma fram á rætta stað, tá ið brúk er fyri tí. Liggur báturin í Havn, og brúk fyri honum í Kalsoynni, er bara ein hálvur tími, so er hann á staðnum og klárur at fara í rutu sigur Henrik Old.
Hann sigur, at tað verður bara ein maður knýttur at bátinum fast, men tá ið hann siglur, fer ein maður, ella tveir, av bátinum, sum er tikin úr sigling, eisini umborð.
Henrik Old sigur, at hjá Strandferðsluni verður hetta, sum at verða lyft upp í eina heilt nýggja tíð. Eitt eykaskip hevur nevniliga staðið ovast á ynskilistanum hjá Strandferðslun í nógv ár, fyri at hava eitt skip, sum kann seta inn í rutur ymsastaðni í landinum, í eini knappari vending.
Flotin hjá Strandferðsluni er gamal, og tað er mangan, at eitt skip má takast úr sigling knappliga, antin tí at tað fær tekniskt brek, ella tí at eitt óhapp er hent. Og tey hava havt ovurstórar trypulleikar at fáa pusslipælið at ganga upp, so at folk ikki mistu ferðasambandið.