Leygardagin hevði ein búskaparfrøðingur eina grein í Dimmalætting og Sosialinum. Í hesi greinini verða verða kritiskar viðmerkingar gjørdar til framløgurnar, sum landsstýrið hevur havt av Hvítubók.
Á politiskum fundi í læraraskúlahøllini týsmorgunin, vísti Jóannes Eidesgaard til okkurt av tí, sum áður nevndi búskaparfrøðingur hevði borið fram í bløðunum.
Men hvat hendir? Høgni Hoydal, sum frammanundan hevði staðið og ávarað ímóti, at politikarar »spæla serfrøðingar«, avdúkaði alment (meðan útvarpsmikrofonin stóð frá), hvussu nógva løn sami búskaparfrøðingur hevði kravt frá landsstýrinum, um hesin skuldi verða við til at framleggja Hvítubók.
Tá hesin ikki kundi gera arbeiðið fyri lægri kostnað, enn tað, sum hann vildi, so skuldi hann heldur ikki finnast at nøkrum av tí, sum hinir búskaparfrøðingarnir gjørdu, segði Høgni Hoydal.
Tað má sigast at vera ein sera óhugnalig- og ódámlig mannagongd, at tann sum »talar Roma ímóti«, skal rokna við, at verða úthongdur alment av einum landsstýrismanni, tá hesin roynir at »tileinkisgera« bæði orð og mann.
Er tað veruliga so galið, at tann, sum loyvir sær at seta spurnartekin við Hvítubók, kann rokna við, at verða avklæddur fyri almenninginum?
Ella er tað soleiðis vorðið, at búskaparfrøðingar, sum fáa lága løn hava rætt í øllum, sum teir siga, ímeðan teir sum krevja meira løn, taka feil?
Hvør er serfrøðingur
Tá Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin siga, at Hvítabók er ivasom, so sigur Høgni Hoydal, at politikarar skulu ikki spæla serfrøðingar. Tá hesir so vísa á, at teir hava nýtt serfrøðingar, til at viðgera bókina, so verða teirra serfrøðingar sagdir ikki at vera nóg góðir.
Politikarar skulu ikki spæla serfrøðingar, men landsstýrismaðurin í sjálvsstýrismálum er eftir øllum at døma tann einasti, sum kann avgera, hvør ið er nóg góður serfrøðingur, og hvør ið ikki er tað.
Tá so ein búskaparfrøðingur sigur annað, enn tað, sum gongur gjøgnum nálareygað hjá landsstýrismanninum, so skal hesin hunddálkast fyri fjøldini, sum tann, sum einki dugir.
Jú, her verða øll vápn nýtt.
Helgi Abrahamsen









