Føroyskar kvinnur hava bíðað í fleiri ár, men nú verður tað, at regluligar kanningar fyri bróstkrabba, verða settar í verk.
Tað hevur verið tosað um tað í fleiri ár. Men nú verður tað. Í næsta mánað fáa føroyskar kvinnur eitt nýtt tilboð frá heilsuverkinum. Og tað er at lata seg kanna fyri bróstkrabba.
Í nógv ár hevur verið tosað um at seta eina skipan í verk í Føroyum, har allar kvinnur í einum ávísum aldri verða kannaðar regluliga fyri bróstkrabba.
Men nú er loksins komið so langt, at skipanin kann setast í verk, so tað má sigast at vera ein stórhending fyri føroyskar kvinnur. Og tað verður kanska ikki meiri hóskandi at koma við hesum tíðindunum í hesum døgum, nú tað er altjóða krabbameinsdagur í morgin, leygardagin.
Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, at regluligu kanningarnar, ella screeningin, byrjar í næsta mánað og fyrsta dagin fáa tær fyrstu kvinnurnar so eina innkalling um at koma til kanningar á Landssjúkrahúsinum.
Hetta tilboðið um at lata seg kanna fyri bróstkrabba, er eitt tilboð til allar kvinnur frá 50 til 69 ár. Johnny í Grótinum sigur, at hetta er sami aldursbólkur, sum verður kannaður í Danmark, og landslæknin mælti til, at vit halda okkum til sama aldursbólk í Føroyum.
Tilsamans eru 5700 kvinnur í Føroyum í hesum í aldurbólkinum og kanningarnar verða í fýra umførum. Sostatt tekur tað tvey ár at koma runt hvørja ferð. Tá ið tvey ár eru farin, fáa kvinnurnar so nýggja innkalling.
Stjórin á Landssjúkrahúsinum sigur, at í hesum sambandi er Samstarvsavtala gjørd við Sjællands Universitetshospital.
Tað verða starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, sum gera kanningarnar, men serlæknar koma so niðri frá fýra ferðir um árið til Føroya í hesum sambandi.
Mammografimyndir verða eisini sendar niður til teir at lesa, men fýra ferðir um árið koma serlæknarnir til Føroya at kanna kvinnur, har kanska ivamál eru um neyðugt er við fleiri kanningum.