Nú røkist fyri at fleiri fartelefonútbjóðarar sleppa inn á føroyska telesamskiftismarknaðin. Fyri góðum ári síðan varð tað sokallaða fastnetið, tað vanliga telefonnetið, latið upp fyri øðrum útbjóðarum, og um ikki so langa tíð fara aðrir útbjóðarar - føroyskir sum útlendskir - at fáa møguleikan at bjóða seg fram á marknaðinum fyri tráðleysum fjarskifti, millum annað við fartelefonkervi.
Gera klárt til útbjóðingina
Fjarskiftiseftirlitið arbeiðir í løtuni við útbjóðingartilfarinum sum skal liggja til grundar fyri útbjóðanini av sokallaðum koncessiónum til at reka tráðleyst fjarskiftiskervi.
Ein slík koncessión gevur havaranum rætt til annahvørt sjálvur at uppbyggja egið tráðleyst fjarskiftisnet ella leiga seg inn á eitt slíkt.
Sum er, er Føroya Tele einasta fyritøka, ið hevur atgongd til mobila fjarskiftismarknaðin, men í tráð við løgtingslógina um fjarskifti, sum millum annað hevur til endamáls at skapa fortreytir fyri frælsari kapping á fjarskiftisøkinum, verður hetta nú broytt.
Tráðlesyir møguleikar
Í fyrstu syftu fer hetta at hava við sær, at kapping verður millum ymiskar útbjóðarar á marknaðinum fyri fartelefonsamskifti. Men tráðleyst fjarskiftiskervi hevur gyltar framtíðarvánir innan dataflutning. Startskotið kom longu við møguleikanum at senda stutt tekstboð millum GSM telefonir, og annað umfar byrjaði fyri ikki so langari tíð síðan við sokallaðu WAP-tøknini, sum gevur møguleika at knýta fartelefonir til internetið.
Hetta slagið av dataflutningi yvir tráðleyst kervi má tó metast sum byrjunarstøði til framtíðar møguleikar.
Kappingin fer at merkjast
Fyri brúkaran fer kapping innan tráðleyst fjarskiftið helst at merkjast við príslækkingum og øktari ferð í menningini av tráleysum tænastum, metir Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum.
Í londunum kring okkum hava brúkararnir eisini merkt kappingina á annan hátt, nevniliga við víðgongdum kampanjum hjá fjarskiftisútbjóðarum, sum bóru við sær, at fartelefonir eina tíð vórðu seldar fyri bara eina krónu, um brúkarin harafturfyri vildi binda seg til útbjóðaran í eitt hálvt ár.
At fartelefonir verða seldar við stórum avslátturi, um brúkarin samstundis bindir seg til ein útbjóðara, er galdandi enn í teimum londunum, har kapping er á økjunum, men tó í nakað minni mun.
At vit fara at uppliva tað sama her í Føroyum, tá kapping kemur á økinum, er ikki óhugsandi heldur Jógvan Thomsen.
Avmarkað tal av útbjóðarum
Sambært stjóranum á Fjarskiftiseftirlitinum er áhugin fyri at sleppa at bjóða út tráðleys fjarskifti stórur, men væntandi verða tað bert veittar tvær ella tríggjar koncessiónir til at veita tráðleyst fjarskifti, umframt hana, sum Føroya Tele longu nú hevur.
Á Fjarskiftiseftirlitinum stíla tey ímóti, at útbjóðingartilfarið skal vera klárt beint eftir summarferiuna, men nær fyrsti nýggi útbjóðarin fer at bjóða tráleyst kervi út, ber ikki til at siga við vissu.
Verður samanborið við útbjóðingina av koncessiónum til tráðborið fjarskiftiskerv, so gekk eitt lítið ár frá tí at fyrsta koncessiónin varð latin, til viðkomandi felag hevði samrátt seg fram til eina avtalu við Føroya Tele og kundi fara í gongd við at bjóða tænastur út. Helst verður nakað tað sama galdandi fyri ta tráðleysa kervið, metir Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum.









