Nú verða eyguni vend ímóti løgmanni

Í dag skal hann gera greitt, hvat samgongan ætlar

Klokkan 11 í morgun fara løgtingsfólk, landsstýrisfólk, prestar og onnur embætisfólk til gudstænastu í Havnar kirkja. Skrúðgonga fer av Vaglinum og oman í Havnar Kirkju og niðan aftur aftaná.

Eftir eina løtu við kórsangi á Vaglinum verður løgtingið sett kl 13.00, og tá skal Aksel V. Johannesen, løgmaður, halda árligu ólavsøkurøðuna. Í røðuni skal hann seta út í kortið og greiða frá, hvat samgongan ætlar sær komandi tingár.

Nógvir spurningar eru í luftini. Tað lukkaðist ikki at fremja fiskivinnunýskipanina í farna tingári, men greiðu boðini frá løgmanni eru, at uppskotið kemur aftur í tingið í komandi tingári.

Samgongan hevur ásett, at fólkaatkvøða skal verða um nýggja stjórnarskipan á flaggdegnum næsta ár. Hetta krevst, at uppskotið, sum skal til fólkaatkvøðu, verður liðugt eitt hálvt ár frammanundan, og har gongur tíðin undan. Løgmaður hevur fyri ólavsøku sagt við Kringvarpið, at ætlanin er framvegis at hava fólkaatkvøðuna sum ásett.

Aðrar nýskipanir eru eisini partur av samgonguskjalinum – ikki minst pensjónsnýskipanin.

Klokkan 13.00 í dag fer Aksel V. Johannesen at svara spurningunum, sum hanga í luftini.