Uppsøgn
Nú vendst ikki aftur hjá Høgna Joensen. Nú er hann endaliga sagdur upp sum aðalstjóri á Almanna- og heilsumálastýrinum.
Tað var síðst í mars mánaða, at Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, boðaði frá, at ætlanin var at siga Høgna Joensen, aðalstjóra, úr starvi. Tá fekk Høgni Joensen skrivlig boð um, at ætlanin varð at siga hann upp. Eftir at hava fingið hesa fyribils uppsøgnina, hevði aðalstjórin eftir lógini 14 dagar at gera sínar viðmerkingar til málið. Men hann skuldi ikki møta til arbeiðis í hesari hoyringsfreistini.
Tær viðmerkingarnar hevur hann nú gjørt.
Men tær broyttu ikki støðuna: Mikudagion fekk hann endaligu uppsøgnina.
Freistin at lata viðmerkingarnar inn var úti týsdagin og tí møtti Høgni Joensen til arbeiðis mikumorgunin.
Men tá ið hann komn til arbeiðis, stóðu tey fyri honum við endaligu uppsøgnini.
Høgni Joensen er tænastumaður hevur tríggjar mánaða uppsagnarfreist. Sostatt er hann endaliga loystur úr starvi tann 31. juli.
Persónligar eginleikar
Orsøkin til, at hann er sagdur úr starvi, er, at landsstýrismaðurin, Løgmaður og Løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, halda ikki, at hann hevur teir neyðugu, persónligu eginleikarnar til at røkja starvið.
Tey vísa á, at Almanna- og heilsumálastýrið hevur ikki virkað væl og at tað er Høgni Joensen, sum hevur evstu ábyrgdina av stýrinum.
Sámal Petur í Grund sigur, at nú verður lýst eftir nýggjum aðalstjóra.Til nýggjur aðalstjóri er settur, røkir Maria á Dul starvið.
Ikki síðsta orðið
Hóast tað nú er endaliga greitt, at Høgni Joensen er sagdur upp, er síðsta orðið ikki sagt í málinum enn. Eitt nú hevur Kristian Magnussen, løgtingsmaður, reist málið í tinginum, har hann hevur sett Sámal Petur í Grund nakrar fyrispurningar í málinum.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Høgna Joensen í gjár. Men tá ið hann fekk at vita, at hann skuldi sigast upp, segði hann, at góðtók hann ikki uppsagnarfreistina, fór hann víðari við málinum, eisini í rættin, um neyðugt.