Nú var neyðugt at seta ferðina niður

?Vit kunnu ikki koyra so skjótt at tann seinasti ikki eisini fær fylgt við, sigur Kári Højgaard, formaður í sjálvstýrisflokkinum

Nýggj Samgonga

? Tey næstu fýra árini skal onki skrumblast ígjøgnum.
Kári Højgaard, formaður í sjálvstýrisflokkinum, er væl nøgdur við samgonguskjalið, sum nú er gjørt við fólkaflokkin, tjóðveldisflokkin og miðflokkin um nýggja smgongu.
Hann sigur, at eftir samgonguskjalinum hevur sjálvstýrisflokkurin fingið fulla trygd fyri tí, sum flokkurin stendur fyri, nevniliga eini hóvligari og tryggari tilgongd, har vit stig fyri stig ganga fram ímóti størri sjálvbjargni.
Hann er sostatt ikki heilt samdur við Høgna Hoydal, formanni tjóðveldisfloksins, sum sigur, at hendan samgongan hevur beina kós fram ímóti fullveldinum.
?Eg leggi ikki so nógv í orðið fullveldið. Vit hava gjørt eitt samgonguskjal, sum fevnir um fýra ár og í tí samgonguskjalinum, hava vit avtalað at taka nøkur smærri stig á sjálvstýrisleið. Meiri enn tað liggur ikki í samgonguskjalinum og tað fara vit í sjálvstýrisflokkinum at halda okkum. Og tað væntar hann eisini, at hinir flokkarnir fara at halda seg til.
? Tað, sum hevur størstan týdning fyri okkum, er, at vit gerast meiri sjálvbjargin, men at tað verður gjørd soleiðis, at føroya fólk kenna seg fullkomiliga trygg við gongdina.
Kári Højgaard sigur, at tað er júst hetta, sum er avtalað í nýggja samgonguskjalinum og meiri enn tað leggur hann ikki í avtaluna ímillum teir fýra flokkarnar. Og hann tulkar heldur ikki samgonguskjalið øðrvísi enn tað, sum skrivað stendur.

Ógvuliga hóvligt
Hann sigur, at í samgonguskjalinum hava vit avtalað nakrar yvirtøkur. Men tað hevur avgerandi týdning, at tað stendur eisini í samgonguskjalinum, at allar yvirtøkur verða neyvt fyrireikaðar í samskifti við allar avvarðandi partar og neyvar umsitingar- og fíggjarætlanir gjørdar og lagdar fyri løgtingið, áðrenn yvirtøkan verður framd.
Hann heldur, at hetta tryggjar, at tað, sum verður gjørt, verður gjørt við skili.
Tað, at samgonguskjalið er so hóvligt, tryggjar eisini, at tað hevur undirtøku í einum nógv størri parti av Føroya fólki og Føroya Løgtingið, enn undanfarna samgongu hevði.
?Viðmerkingarnar frá andstøðuni til samgonguskjalið benda eisini á, at tað er vón fyri undirtøku frá einum stórum parti í Løgtinginum fyri politikkinum á ríkisrættarliga økinum.
Men hann er sannførdur um, at tað fer ikki at steðga øllum stigum á sjálvstýrisleið, at yvirtøkurnar skulu gerast í samstarvi við avvarðandi partar í málinum.
?Tað munnu vera ómetaliga fá, sum hava nakað ímóti at verða yvirtikin. Tað, sum prestar og politistar og onnur hava verið ótrygg við, er, at tey hava følt, at yvirtøkurnar verða skrumblaðar ígjøgnum. Og tað er væl skiljandi at tey eru ótrygg við slíkar broytingar, sum ávirka teirra viðurskifti so grundleggjandi. Men verða allir partar væl kunnaðir og sleppa tey at vera við til at forma sína egnu framtíð, og kunnu vit veita teimum vissu fyri, at tey ikki vera verri fyri, tá ið tey eru yvirtikin, verða tey av sær sjálvum positiv.
Kári Højgaard ivast onga løtu í, at landsstýrið fer at liva upp til orðingarnar í samgonguskjalinum í so máta, so at yvirtøkurnar fáa undirtøku hjá teimum, sum tær fevna um.
? Ger Landsstýrið tað, kann eg ikki hugsa mær, at nakar fer at hava nakað ímóti at verða yvirtikin.
Hann sigur, at fyri sjálvstýrisflokkin hevur tað ikki so stóran týdning, at tað ikki gongur so skjótt. ? ? Fyri okkum hevur tað týdning, at gongdin er trygg, so at vit fáa fólkið við, sigur Kári Højgaard.
Hann sigur, at tí er tað eisini eitt høvuðsendamál í hesi samgonguni, at kjølfesta tey stóru stig, sum eru tikin á sjálvstýrisleið í farna valskeiði.
? Skulu vit varðveita vælferðina, er tað neyugt, at vit nú seta ferðina niður og laga samfelagið til niðurskurðin í blokkinum og onnur tiltøk, sum eru gjørd, áðrenn vit fara víðari, leggur hann afturat.

Fleiri málsøki
Annars fegnast formaður sjálvstýrisfloksins um, at tað eisini eydnaðist sjálvstýrisflokkinum at fáa nøkur málsøki afturat at umsita í nýggju samgonguni.
Umframt oljumál, hava vit nú eisini orkumál, byggi- og býarskipanarmál og, ikki minst útjaðaramál.