Um løgmaður hugsaði um landsins áhugamál, so skrivaði hann nýval út, áðrenn fíggjarlógin kemur fyri. Hetta sigur Olav Enemoto, tingmaður sambandsfloksins í Norðurstreymoy. Tað besta fyri búskapin og fyri landið hevði verið, at nýval var útskrivað beinanvegin. Hetta heldur tingmaður sambandsfloksins í Norðurstreymoy, Olav Enomoto.
- Løgmaður skuldi útskrivað val, áðrenn fíggjarlógin kemur fyri. Um vit hugsa um, hvat er tað besta fyri landið, so er nýval beinanvegin tað einasta rætta, sigur Olav Enomoto, sum undrast yvir at løgmaður, landstýrimenn og aðrir leiðandi politikarar ikki hava eina greiða prinsipiella støðu til, um tað er rætt at gera fíggjarlóg beint upp undir eitt val.
- Grundin til, at eg ynski val beinanvegin, er ikki fyri persónligan politiskan vinning. Hetta er ein spurningur um, hvat er skilabest fyri landi, leggur Olav Enomoto dent á.
Tingfólk, sum ikki ynskja val beinanvegin, hava sagt, at fleiri stórmál eru eftir, sum samgongan má gjøgnumføra áðrenn valið.
Men hetta heldur Olav Enomoto vera vánaliga undanførslu. Samgongan hevur sitið í skjótt fýra ár og hevur havt góða tíð at gjøgnumføra stórmálini. Men, sambært honum, verða tungu málini við vilja útsett til í síðstu løtu.
- Upp undir val er støðan skerpað, og tá ber til at lumpa og lirka mál ígjøgnum, tí um onkur ikki tekur undir, spreingist alt. Eg skilji, at samgongulimir ikki tora til val uttan stórmál, men eg haldi tað er óproffessionelt at tvinga tey ígjøgnum í síðstu løtu.










