Næturnar verða kaldari

Í dag flytir eitt lágtrýst seg úr Grønlandsfjørðinum í ein landnyrðing, norðan fyri Ísland. Brúgvaløg haðani við regni fara seint í dag og tíðliga í morgin framvið Føroyum. Sunnudagin ger ein hátrýstsryggur veðrið støðugari úr vestri, áðrenn eitt nýtt brúgvalag fer framvið seint mánadagin.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s, av vestri og útnyrðingi. Fyri tað mesta skýggjað og regn, men seinni klárar í, sólin sær, men okkurt æl. Hitin millum 7 og 9 stig. Í nátt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið, men sum frá líður skýggjað og hitin millum 4 og 8 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin spakuliga øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind og lækkar í ein útsynning, 10 til 15 m/s, um kvøldið í støðum upp í skrið, 18 m/s. Skýggjað og út á seinnapartin regn. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Tað klárar í, tó at ælini vera nógv. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s, sum um kvøldið og náttina hækkar í ein útnyrðing og makar í andøvsugl upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin millum 8 og 10 stig, um náttina niður í 4 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Ælaveður, men stundum sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Turt og lutvíst klárt og hitin millum 2 og 6 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin makar í lot til gul av vestri, 2 til 5 m/s. Turt og sólin sær, men sum frá líður dregur samanum. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið snarar hann vindin í ein sunnan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, og tað fer at regna. Um náttina snarar hann vindin í ein vestan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Tað klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 7 og 10 stig.