Theodor E. D. Olsen
Fyrst vil eg bjóða tykkum at vera vælkomin higar í kvøld til aftankvirru í Havnar kirkju, kvøldið fyri trettandu.
Tí tað er kanska ikki sørt, at vit menniskju hava brúk fyri at steðga á við hvørt.
At geva okkum tíð. At geva okkum tíð til frið og til kvirru.
At geva sær tíð til frið um kvøldið og náttina í hesi tíð, nú tað er so myrkt uttanfyri, er kanska eisini nakað heilt serligt.
Í bókini “Ferð mín til Jorsala” hjá prestinum Kristian Osvald Viderø, lesa vit hetta brotið, har hann skrivar, hvussu góð náttin kann vera:
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$“...náttin er fjálg og mild; hon er tigandi, spyr um einki, hvørki um óreinmentar ætlanir ella óskilvísar tilgangir. Hon er eins og móðir við sítt sjúka barn, tekur tað blíðan og varliga inn at sær - - - tekur tað soleiðis sum tað er; hon spyr ikki um “hvær” og “hví” og “hvussu”.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Alt tað, sum dagurin havnar og rekur frá sær, tað tekur náttin í fadm (...).
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hon setur ongar dómstólar og dømir ongan; hon mælir og metir ikki, heldur javnar hon alt út; tess vegna leitar til hennar alt tað, sum ikki má standa tey mát, sum dagurin setur og sum ikki er ment at halda tær lógir, sum hann skipar; fjálgandi breiðir hon sínar móðurligu armar út um tað alt samalt og tekur tað tigandi og líknsamliga inn at sær.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men hon hugsar sítt og tað djúpt og hómar með sínum blindu eygum fyrir aftan alt hetta, størri ætlanir og hærri tilgangir enn dagin grunar”.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Við øðrum orðum sær Viderø náttina sum eitt stað ella frípláss, har hann koma í friði við sínum hugsanum og byrðum, tí náttin koyrir ongan burtur frá sær.
Í morgin er sum sagt trettandi. Trettandi verður hildin til minnis um vísmenninar úr Eysturlondum, sum komu at tilbiðja Jesusbarnið og geva tí gávur, og er hetta eisini prædikuteksturin til í morgin. Trettandi var í fornkirkjuni hildin sum føðingardagur hjá Jesusbarninum, og verður tað enn í summum kirkjum eystanfyri.
Men longu í 4. øld varð semja um, at halda føðingardagin hjá Jesusi 25. desember, og tí verður trettandi her hjá okkum nú hildin til minnis um vísmenninar, sum komu at geva Jesusbarninum gávur.
Tað er ikki nógv vit vita um hesar vísmenninar. Ja, so lítið, at tað við tíðini eru lagdar fleiri søgur ella sagnir aftrat hesi hugtakandi frásøgn úr Bíbliuni.
T.d. stendur ikki í Bíbliuni, at vísmenninir vóru tríggir í tali, ella hvussu teir itu, men kirkjulærarin Origines, sum varð føddur umleið ár 185, skrivar, at tað vóru tríggir vísmenn. Seinni í tíðini verða teir kallaðir kongar, og fáa nøvnini Kaspar (ella Jaspur), Melkir og Baltsar.
Men so kunnu vit spyrja, hví alt hetta er komið aftrat við tíðini? Hví er alt hetta lagt afturat bíbliusøguni?
Svarið er helst, at tað er tí at hetta er ein fantastisk søga - at tríggir skilamenn - tríggir vaksnir menn - koma heilt úr Eysturlondum fyri at síggja ein nýføðing, sum teir halda vera kong.
Allarhelst hava vísmenninir - líkasum Viderø - verið hugtiknir av náttini, tí vit lesa, at teir fylgdu eini stjørnu, og stjørnur síggjast jú best um náttina. Stjørnan vísti teimum á staðið, har Jesusbarnið lá, og tær fyrstu jólagávurnar vórðu givnar.
Ein av søgunum, sum eisini er løgd aftrat frásøgnini í Bíbliuni um vísmenninar, er, at teir vóru ættaðir frá teimum trimum synunum hjá Nóa, sum fóru í hvør sína ætt eftir syndaflóðina, og tí kann boðskapurin lesast sum, at hesir tríggir vísmenninir umboða øll fólkasløg, og tí er gleðiboðskapurin til øll sløg av fólki.
Líka mikið hvør tú ert, so ber til at gera sum hesir vísmenninir: at koma til Jesusbarnið á nátt og boyggja knøini og koma til hansara við allari sínari sorg og gleði.
Um vit lesa eitt sindur í Nýggja testamenti, so er tað serliga eitt fólkaslag, sum ikki verður so pent umtalað. Hetta eru fariseararnir. Teir hava kanska ikki verið so galnir kortini, men vita um teir, at teir gingu høgt upp í at halda lógina í Gamla testamenti til minstu smálutir.
Men hóast teir vóru farisearar, so vóru teir ikki verri enn so, enn at Jesus vildi sita til borðs saman við teimum – enntá um náttina.
Ein av farisearunum æt Nikodemus. Hann var ráðharri hjá jødunum, og vit lesa í Nýggja testamenti, at hann ta einu náttina valdi at vitja Jesus. Hví hann kom um náttina, kunnu vit bara gita okkum til, men eins og hjá Viderø, so kom hendan vitjanin á nátt at vera eitt heilt serligt upplivilsi fyri hann.
Hendan náttin hjá Nikodemusi gav nevniliga svar upp á so nógvar spurningar, sum dagurin ikki gav.
Tí Nikodemus kom til Jesus fyri at fáa svar upp á nakrar spurningar.
Tað var so nógv, sum hann ikki skilti, og tað kann eisini vera torført hjá okkum í dag at skilja hugtøk sum t.d. “Guds ríki” og at “vera føddur av anda av vatni”, sum tað verður nevnt í frásøgnini um Nikodemus. Ja, Nikodemus spurdi enntá, um hann skuldi inn aftur í mammu sína, so hann kundi føðast av nýggjum.
Men tá var tað, at hann fekk hetta svarið, sum eftirhondini man vera eitt tað mest kenda bíbliuørindið, ja, ein klassikari:
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$“Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív”.
Og her skulu vit serliga leggja merki til orðingina: <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$“Trýr á Hann” - tí tað skal nevniliga ikki so nógv annað til!
Guð er kærleiki! Størstur av øllum er kærleikin, og tað sum vit gera móti hvørjum øðrum – ja, tað sum vit gera ímóti einum av hansara minstu - tað hava vit eisini gjørt ímóti Honum.
Ein prestur segði herfyri, at tað var tí at Jesus trúði upp á menniskju, at fólk trúðu upp á hann.
Hetta kann geva okkum okkum okkurt at hugsa um. Og tað er m.a. tað, vit hava kvøldið og náttina til eftir dagsins strev. At hugsa í. Líkasum Viderø og Nikodemus gjørdu.
Hetta er altíð aktuelt, bæði á Jesusar døgum fyri 2000 árum síðani eins væl og í dag. Og tað verður altíð aktuelt at vísa næstrakærleika.
Tí er tað týdningarmikið at brúka ta tíðina vit hava, at vísa kærleika móti hvørjum øðrum, tí vit skulu ikki stúra fyri morgindegnum, tí morgindagurin hevur nokk við sínum. Onkur hevur sagt at ævinleikin býr í løtuni. Og vit eiga bara løtuna. Hetta eiga vit ikki at gloyma, nú vit eru byrjað upp á eitt nýtt ár.
Men vit skulu ikki gera góðar gerningar fyri okkara egnu skyld, tí sum vit hoyrdu í áðni, so er trúgvin nokk fyri okkum í okkara sambandi við Guð. Men teir góðu gerningarnar skulu vit gera ímóti næstanum.
Luther gjørdi nógv burturúr, at vit verða ikki rættvísgjørd mótvegis Gudi av gerningum. Ella sagt við einum dømi: Vit skulu ikki hjálpa einari gamlari konu yvirum vegin fyri okkara egnu skyld, men fyri hennara skyld. Tí um vit hjálpa hesi konuni yvir um fyri at vinna nøkur eyka point hjá Guði, so gera vit tað fyri okkara egnu skyld.
Og so hava vit sambært Lutheri misskilt tað heila!
Men Guðs ríki vinna vit bara við trúgv, og síðani skulu vit gera teir góðu gerningarnar ímóti næstanum av kærleika til næstan og Guð. Tí Guð er kærleiki.
Hóast kvøldið og náttin eru myrk – serliga hesa ársins tíð – og sjálvt um tíðir kunnu koma í lívinum, har vit kunnu kenna tað, sum tann myrka náttin søkkur oman yvir okkum, so er tað í myrkrinum, vit tendra ljós. Og á jólum tendraðist ljós heimsins, og tað var hesum ljósinum, teir tríggir vísmenninir leitaðu eftir. Og sum teir funnu á trettanda.
Kvøldið og náttin eru nakað serligt, sum Viderø segði.
Tað var eisini um kvøldið, at Jesus í felagsskapi við lærusveinunum stovnaði ta heilagu kvøldmáltíðina. Líkasum Nikodemus var eitt vanligt menniskja, ið Jesus vildi sita til borðs við, so vildi Jesus eisini sita til borðs saman Pæturi, sum avnoktaði hann, saman við Judasi, sum sveik hann, og við Tummasi, sum ivaðaðist um hann.
Tí líkasum náttin hjá Viderø ikki koyrir nakran burtur frá sær, so vildi Jesus sita til borðs saman við hesum monnunum og saman við teimum fáa sær ta heilagu kvøldmáltíðina, sum vit hava til hansara áminningar. Og tað er við gávum og góðum gerningum móti hvørjum øðrum, vit kunnu minnast hvønn annan, tí tað vit gera ímóti einum av hansara minstu, hava vit eisini gjørt ímóti Honum.
Lat okkum brúka hetta kvøldið – hesa aftankvirruna - at hugsa um hetta. Amen.