Enn einaferð er ungdómstiltakið Náttin er Ung á skránni. Endamálið er at skipa fyri
rúsfríum tiltøkum, har tey ungu hava møguleika at stuttleika sær uttan rúsdrekka. Høvuðsbólkurin er Hamferð, ið er vinnarin av Sement 2010.
Tiltakið verður í nýggju Perluni og á Reinsarínum leygarkvøldið 20. februar frá kl.21.30.
Tiltakið hevur fyrr verið sera væl umtókt, og til seinastu konsert vóru umleið 700
ungfólk til staðar. Endamálið við hesum tónleikatiltøkum er, at ung skulu fáa
møguleikan at njóta tónleikin uttan at verða rúsað og heldur lata seg rúsa av
tónleikinum.
Fyriskipararnar hava ment tiltakið soleiðis, at tað nú er ógjørligt at taka
rúsdrekka við inn á konsertøkið, og Bogi Andreassen, leiðari í Margarinfabrikkini,
heldur, at tey ungu taka væl ímóti rúsfría tiltakinum.
- Eg haldi, at tey ungu veruliga taka undir við at hava rúsfrí tiltøk. Í hesum føri
eru tey noydd til tað, tí tey verða útvíst frá økinum, um tey eru sjónliga ávirkað,
sigur Bogi Andreassen.
Luttakandi bólkarnir heaferð verða Hamferð, sum vann Sement-kappingina seinasta vikuskiftið, Dánjal og Bjarki, sum gjørdust nummar tvey í kappingini, Nikolinas Rage úr Miðvági, umframt at DJ Ollietuutausend fer at undirhalda.