Náttarravnurin stingur í klæðsekkin

Leygarkvøldið hevði Heðin Arge sína seinastu sending í Útvarpi Føroya. Fólkakæri verturin, sum síðan 1984 hevur verið at hoyrt í føroyskum útvarpi, takkar fyri seg, og flutti týsdagin við familjuni til Danmarkar.

Heðin hevur seinastu tíðina havt sendingarnar "Gott kvøld Føroyar" og "Leygarkvøld í studio 5". Men hevur fyrr verið ein av Náttarravnunum, verið vertur í 15 teimum bestu og á Beatbox 328.

Hann hevur eina av kendastu røddunum í Føroyum, og eingin ivi er um, at Útvarp Føroya ikki verður tað sama uttan Heðin.