Nýtt verkhús í Sørvági

Verkhúsið við virkistilboðum til fólk við breki, sum Sørvágs Kommuna hevur bygt, er latið Serforsorgini, og brúkararnir kunnu nú fara til arbeiðis

Enn eitt verkhús við virkistilboði til fólk við ymsum breki er latið upp. Sørvágs Kommuna hevur latið húsini gera, og Serforsorgin leigar so frá kommununi. Umframt dagtilboð eru eisini fimm pláss til umlætting í húsinum. Hetta húsið er tað sjeynda av slíkum slagi, sum Serfororgin nú hevur.
Týsdagin var samkoma í nýggjum snotiligu hølunum í Sørvági. Talan er um eini eldri hús, sum eru umbygd og í ávísan mun eisini nýgjørd fyri umleið fýra milliónir krónur, sigur Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs Kommunu.
Eivin Jacobsen, borgarstjóri, greiddi frá gongdini í málinum, frá byrjan til nú, hesi snotulgu hølini standa klár i Sørvági.
Líknandi tilboð hevur síðan 1999 verið í Sørvági. Talan er um eitt tilboð, sum verið hevur í skúlanum, men sum nú mátti flytast, tí skúlin sjálvur hevur brúk fyri teimum hølunum, sum har eru.
Tað var táverandi bygdarráðsformaðuriní Sørvagi, Petur Kruse, sum fekk hugskotið, og var drívmegina aftan fyri, at tað varð gjørt til veruleika, segði Eivin Jacobsen. Hann setti sær fyri, at fáast skuldi ein virðilig loysn á hesum málinum, og tað málið, sum tá varð sett, er nú nátt.
Eivin Jacobsen handaði síðan Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almanna- og heilsumálum, lykilin til húsið.
Hans Pauli Støm, landsstýrismaður, takkaði Sørvágs Kommunu fyri aktivan og ábyrgdarfullan leiklut í heusm málinum. Hann fegnaðist um tilboðið, sum bøtir um tøvin og hjálpir upp á manglar, sum hann tók til. Eisini var hann hugtikin av tí, fingið er burtur úr hesum hugnaligu húsunum.
Men hann ætlaði sær ikki at hava lykilin leingi, segði hann og lat hann víðari til Bjarna Clementsen, leiðara á Serstovnadeildini.
Bjarni Clementsen fegnaðist eisini um úrslitið. Eisini hann takkaði Sørvágs Kommunu fyri at hava tikið hetta stigið og fullført tað.
Hann segði, at hesi fimm árini, síðan byrjað varð í Sørvágs Skúla, hevði dúgliga verið leitað eftir hóskandi hølum at vera í. Men einki var funnið, sum kundi metast nøktandi. Hann helt ikki, at tað var nakar í Vágum, sum kendi so nógvar kjallarar og so nógv neyst sum hann.
Hann vísti á, at talan er um tilboð til alla oynna og væntaði, at nú umstøðurnar eru so góðar, fara fleiri at gera brúk av tilboðunum enn higartil, tá talan hevur verið um hálvdagstilboð í skúlanum.
Eisini vísti hann á, at eitt av rúmunum er innrættað soleiðis, at tað kann nýtast til handil ella café, har til ber at selja tað, sum gjørt verður á verkstaðnum ði húsinum.
Eisini Bjarni Clementsen vildi sleppa skjótt av við lykilin og lat hann víðari til Súsan Tavsen, leiðara í húsinum.