Tað er væl trúligt, at seinasta orðið um at lata samkynd ganga saman í hjunalag í Føroyum, ikki er sagt enn.
Tá ið løgtingið samtykti at broyta hjúnabandslógina í vár, kom Sambandsflokkurin at liggja innibrendur við einum uppskoti um at samkynd skuldu sleppa at skráseta seg sum par.
Flokkurin segði, at hetta var eitt uppskot, sum gav samkyndum øll rættindi, tó uttan at broyta hjúnabandslógina.
Sambandsflokkurin legði stóran dent á, at løgtingið slapp at viðgera hendan møguleikan eisini, heldur enn bara hava uppskotið um at broyta hjúnabandslógina at taka støðu til.
Men sambandsflokurin slapp ikki at leggja uppskotið fram, tí tíðarfreistin fyri at leggja uppskot fyri Løgtingið, var farin, og samgongan vildi ikki geva Sambandsflokkinum undantaksloyvi at leggja tað fram.
- Síðani hevur uppskotið ligið í skuffuni hjá mær, og har liggur tað enn, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Og spurningurin er nú, um uppskotið verður lagt fram aftur í heyst.
Málið um at loyva samkyndum í Føroyum at giftast borgarliga, er fløkt, tí málsøkið er partvís danskt og sostatt skulu danskir myndugleikar eisini góðtaka tað.
Hinvegin er tað framvegis ógreitt um uppskotið, ella partar av tí, skulu aftur fyri Løgtingið fyri at verða endaliga staðfest.
Bárður á Steig Nielsen, ásannar, at uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, er samtykt, og tí heldur hann ikki, at tað er rætt at leggja eitt uppskot um skrásett parlag fyri Løgtingið, sum støðan er nú.
- Men verður niðurstøðan, at málið skal til aftur til viðgerar í Løgtinginum kortini, er væl hugsandi, at vit leggja tað fyri Løgtingið í tí sambandi, sigur hann.