Nýtt átak: Kvinnur siga frá ágangi á Facebook

- Metoo skriva kvinnur, sum hava verið fyri ágangi

Í kjalarvørrinum av, at Angelina Jolie, Ashley Judd, Gwyneth Paltrow og áleið 50 aðrar kvinnur hava sagt frá, at tær allar hava verið fyri kynsligum ágangi frá framleiðaranum Harvey Weinstein, er eitt átak byrjað á Facebook, sum eisini er komið til Føroya. 

 

 

Kvinnur standa nú saman á sosiala miðlinum og siga frá, at tær hava verið fyri kynsligum ágangi av onkrum slagi. Kvinnurnar skriva soleiðis: 

 

 

Les eisini: Kynsligur ágangur á arbeiðsplássinum: Torført at sláa nevan í borðið

 

 

Me too.
If all people who have been sexually harassed or assaulted wrote "Me too." as a status, we might give people a sense of the magnitude of the problem.

#MeeToo

 

Les greinina um tær kvinnurnar, sum hava staðið fram alment móti Harvey Weinstein, við at trýsta her