Aldubáran man vera tann bólkurin í Føroyum, ið framførir flest nýskrivaðan partiturtónleik. Til næstan hvørja konsert hjá Aldubáruni er ein frumframførsla, og Heystkonsertin 2008 er einki undantak.
Londonferð gav íblástur
Tónasmiðjurin hesaferð er hornpælarin Páll Sólstein, sum fekk hugskotið at skriva eina trio bygd á býarlívið í London eftir eina stutta konsertferð hjá Aldubáru Málmblásara Trio í bretska høvuðsstaðnum.
Nýggja trioin verður frumframførd á heystkonsertunum hjá Aldubáru Málmblásara Trio, sum verða um vikuskiftið.
Í ár fer Aldubáran at hava tvær heystkonsertir. Fyrra konsertin verður í leygardagin 27. í Leikalund í Klaksvík. Til hesa konsertina fer Aldubáru Málmblásara trio at spæla eitt sindur lættari tónleik so sum Georg Gershwin og nakrar føroyskar sangir, umframt nýggja verkið hjá Pálli Sólstein.
Seinna konsertin verður í Norðurlandahúsinum í Havn sunnudagin 28. september kl 16. Á hesari konsertini verður nýggjari tónleikur spældur av millum annað Nils V. Bentzon, Páll Sólstein og Atla Petersen.
Konsertinar vara umleið 60-70 minuttir og eru uttan steðg.
Stuðlað konsertunum hava: Tórshavnar Býráð, Mentamálaráðið og Mentanargrunnurin Landsins.