Nýtt tónleikafelag í Suðuroynni

Ætlanir hava verið frammi um at stovna tónleikafelag í Suðuroynni,og sunnudagin 30. november var stovnandi aðalfundur. Ætlanir hava verið frammi um at stovna tónleikafelag í Suðuroynni, ið skal arbeiða tónleikinum at frama. Sunnudagin 30. november var stovnandi aðalfundur í Pakkhús 4. Nógv tónleikaáhugað úr Suðuroynni vóru savlað.

Mong evni vóru uppi at venda, eitt nú hvat gerast kann við tónleikakarmarnar í Suðuroynni.

 

Nýggja felagið eitur ?Suðuroyar Tónleikafelag?

Nevndin skipaði seg við Trygva Strøm sum formanni , Joan Poulsen sum næstformanni ,

Kristian Holbæk sum kassameistara, Guðrið Nattestad sum skrivara og Trónda Enni sum PR-manni.