Tónleikabólkurin Bendar Spónir, sum hevur fleiri ár á baki, hevur loksins givið út eitt staklag. Samstundis boðar bólkurin frá, at fyrsta útgávan er á trappuni, og ber hon heitið Hvussu bendir mann spónir?.
Nýggja staklagið kallast Hin nýggi sangurin og er at hoyra á leinkjuni niðanfyri.
Bendar Spónir hevur annars ikki útgivið nakað áður, men hava havt fleiri konsertir kring landið. Eitt nú spældi bólkurin saman við Kára Sverrisson á G! í fjørsummar. Tað verður eisini saman við Kára Sverrisson, at Bendar Spónir hava næstu konsertina. Tað verður í sanghøllini í Sankta Frans skúla í Havn tann 12. juli og í Tøting í Gøtu tann 13. juli, tá bæði Kári Sverrisson og Bendar Spónir hava útgávukonsert.
Teir, ið manna Bendar Spónir eru Mattias D. Kapnas, Jóhannes J. Müller, Jón McGavin, Kriss F. D. Poulsen og Per I. H. Petersen. Útgávan Hvussu bendir mann spóni?r er upptikin í Studio Oyravox hja Terja Rasmussen í Nólsoy, og er síðani ljóðblandað í Støkumørk hjá Jens L. Thomsen.
Mynd: húsan til "Hvussu bendir mann spónir?" hava Jógvan Andreas á Brúnni og Uni Árting gjørt