Nýtt spor í Palme-málinum

Løgreglan hevur fingið ein part av einari skammbyrsu, sum kann vera morðvápnið.

Sum skilst er talan um múlan á einari skammbyrsu, og sambært Aftonbladet var tað tíðindamaðurin Nuri Kino, sum kom á løgreglustøðina við honum. Hann hevur í fleiri ár arbeitt sum sjálvsstøðugur tíðindamaður.

Løgreglan í Stockholm segði seinni, at múlin er av einari skammbyrsu av slagnum Magnum 357 ella sama slag skammbyrsu, sum Olof Palme bleiv skotin við fyri 20 árum síðani.

-Vit fara nú at skjóta nøkur skot við múlanum, segði Stig Esqvist, sum stendur fyri kanningunum í Palme-málinum.

Tað er ikki greitt, hvar Nuri Kino hevur fingið fatur á skammbyrsumúlanum, men summi vilja vera við, at løgreglan hevur havt hann í fleiri ár.