Í dag eru fyrsti tilburðurin av einum nýggjum slagi av koronu, staðfestir í Danmark. Tað sigur Serumstovnurin í Danmark í eini fráboðan í dag.
Talan er um tað suðurafrikanska slagið, sum nú er staðfest í Danmark og tað er ein maður á Sælandi, sum er komin úr Dubai, sum hevur fingið tað.
Hetta er eitt slag av koronu, sum smittar sera illa, men serfrøðingar hava eisini stúrt fyri, at koppingarevnið ikki virkar so væl sum ætlað ímóti hesum slagnum.
Men serumstovnurin sigur frá alheims heilsustovninum, WHO, at tey meta, at koppingarevnið virkar, sum ætlað, men tey fylgja sera væl við gongdini.
Serumstovnurin sigur, at tey hava hert eftirlit við teimum ymsu sløgunum av koronu og úrslitið av tí er so eisini, at fleiri tilburðir verða uppdagaðir enn annars. Samstundis verður stórarbeiðið lagt í at finna tey, sum kuunnu verða smittað.
Eisini føroyskir myndugleikar hava eitt vakið eyga við gongdini í Danmark, tí Danmark er tað landið, vit hava nógv mest samband við.