Fríggjadagin kemur nýtt línuskip til Vestmanna. P/F Vest Trading við Háldan Haldansen hevur keypt Vesturhav, sum er gamli Strandingur. Vesturhavið er bygt á Skála í 1963. Skipið er knappar 37 metrar til longdar, 7,5 metrar breitt og 202 bruttotons. Skipið, við skrásetingarnummarinum VN 700, er júst høvuðsumvælt á Skála. Við Vesturhavinum verða 14 mans. Frammanundan eigur P/F Vest Trading skipini Gullberg og Thomas Nygaard. Sostatt hoyra nú trý stállínuskip til Vestmanna. Hesi tíðindi ber heimasíðan hjá Vestmanna kommunu.









