Nýtt skip skrásett í FAS

Fríggjadagin 17. desember varð Sunnanhav leiguskrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini FAS. Skipið er 5325 BT til støddar, 114 m langt og 16 m breitt og er bygt í 2006. Eigari av skipinum er svenska Thun Bolaget, meðan leigarin er føroyska dótturfelagið Sp/f Thun.

Hetta er 14. skipið, ið verður skrásett í FAS í 2010. Men komandi 2-3 mánaðarnar kemur Sjóvinnustýrið at hava úr at gera, tí ikki minni enn 19 onnur skip hava biðið um skráseting í FAS ? 9 frá Thun Bolaget og 10 frá svenska Svitzer, ið annars er partur av A.P. Møller-Mærsk fyritøkuni. Nevnast kann, at Thun Bolaget er partur av fjølbroyttari fyritøku Erik Thun AB, ið umframt skipavinnu, hevur virksemi innan leiguflúgving, matframleiðslu og fastogn.

Sum nevnt eru 14 nýggj skip skrásett í 2010. Hetta er ein vøkstur í skipatalið uppá 34% og ein vøkstur í BT uppá 37%.

Sjóvinnustýrið

Skipaeftirlitið, Føroya Skipaskráseting og FAS vórðu løgd saman í ein stovn 1. juni 2010. Heiti á samanlagda stovninum er Sjóvinnustýrið. Í løtuni arbeiða 19 fólk á stovninum, svarandi til 17,5 fulltíðarstørv. Sjóvinnustýrið fyrireikar seg leypandi til øktu arbeiðsbyrðuna, sum í stóran mun starvar frá FAS flotanum, við at seta viðkomandi starvsfólk.

Fyrr í ár var ein løgfrøðingur settur og søkt verður í løtuni eftir samskipara, sum væntandi skal byrja tíðliga í komandi ári. Samstundis sum stovnarnir vórðu lagdir saman, kom í gildi kunngerð, sum áleggur FAS skipunum at gjalda ársgjald. Hetta gjaldið skal fíggja meirkostnaðin av øktu arbeiðsbyrðuni.