7. apríl byrjar eitt nýtt íverksetaraskeið í Íverksetarahúsinum. Hugsar tú um at royna teg sum íverkseta og ivast í, hvussu tú kemur í gongd? So er Íverksetarahúsið nakað fyri teg! Íverksetarahúsið skipar fyri skeiðum í íverksetan, sum eru ætlað tær, sum umhugsar at byrja á egnum beinum, ella hevur ítøkiligar ætlanir um tað. Endamálið við skeiðinum er at brynja teg til at taka røttu avgerðirnar.
Á skeiðinum fara royndir íverksetar, vinnulívsfólk og ráðgevar at kasta ljós á hesar og líknandi spurningar.
Tú fært grundleggjandi fakligheitina á skeiðinum, somuleiðis sum tú fert at vera saman við øðrum fólkum, sum arbeiða við somu avbjóðingum sum tú. Á skeiðinum koma kompetentir leiðarar úr vinnulívinum og royndir íverksetarar at geva síni boð. Skeiðsleiðari er Rani Nolsøe, leiðari í Íverksetarahúsinum.