Samstarvið millum Royal Arctic Line og Eimskip um eina nýggja farleið, ið fer at knýta Grønland saman við Ísland og Føroyar, er nú endaligt góðkent. Tað skrivar grønlendska kringvarpið KNR.
Tað er staðfest, aftaná at ein íslendsk kærunevnd hevur avvíst eina kæru frá Samskip um samstarvið millum Royal Arctic Line og Eimskip.
Í samrøðu við Sosialin fyrr í ár upplýsti Bogi Nielsen, stjóri í Faroe Ship, ið er partur av Eimskip samtakinum, at nýggja farleiðin verður ein kollvelting fyri Grønland.
- Hetta merkir at trý skip á 2.150 ETU nú koma at sigla rutuna Nuuk, Reykjavík, Tórshavn og víðari til Skandinavia. Tað kemur at knýta øll Norðurlond saman og fyri Grønland er talan um eina kollvelting. Við einum fáa teir atgongd til fleiri havnir og økir tað um møguleikan fyri út- og innflutningi, segði Bogi Nielsen við Sosialin.
Nýggja farleiðin byrjar tó seinni enn ætlað. Upprunaliga var ætlanin, at nýggju skipini, ið skulu røkja farleiðina, skuldu setast í sigling í ár, men er tað nú seinkað til byrjanina av 2020.
Sambært KNR er orsøkin, at kinesiska skipasmiðjan, ið hevur fingið til uppgávu at byggja nýggju skipini, ikki megnar at halda tíðarfreistina.
Sum partur av avtaluni millum Royal Arctic Line og Eimskip verða nevniliga trý nýggj skip bygd. Og sum Bogi Nielsen nevndi í samrøðuni við Sosialin, merkir tað, at Laxfoss og Goðafoss verða avloyst.
- Okkara stoltleiki er Dettifoss (Seinni broytt navn til Laxfoss (red.)) og Goðafoss, ið eru tey størstu farmaskipini, ið sigla í Norðuratlantshøvum. Tey hava verið tvey fantastisk skip, men tey nýggju skipini koma helst í teirra stað, segði Bogi Nielsen, ið eisini upplýsti, at nýggju skipini eru 2.150 ETU, meðan tey gomlu skipini vóru 1.450 ETU.

Nýtt sjóvegis samband við Grønland skjótt veruleiki

