Upp til seks sjónvarpsrásir kunnu síggjast á nýggja sendinetinum, sum R2 Net hevur bygt Í tíðindaskrivi sigur felagið, sum Petur Jacobsen eigur og rekur, at nú sendarahúsið er bygt á Eggjarkletti á Nólsoy, verður ein 30 metra høg sendimastur reist ein av fyrstu døgunum.
Ætlandi er klárt at senda signal tíðliga í 2008, og er rúm fyri einari analogari og upp til fimm talgildum rásum á netinum, og kunnu umleið helmingurin av íbúgvunum í Føroyum taka ímóti signalinum.
Enn er ikki avgjørt, hvat innihaldið á rásunum verður. R2 Net hevur tó egnan sjónvarpsbil, og hava tey við hesum møguleika at senda beinleiðis frá ymsum tiltøkum.