Fyri góðum mánað síðan setti heimskenda tíðarritið ‘National Geografic’ Føroyar ovast á listan yvir vitjunarverd oyggjasamfeløg fyri óspiltu og vøkru náttúru okkara. Hetta er ein varði innan føroyska ferðavinnu, og eigur at fáa okkum at hugsa, um hvat tað mundi vera, sum fekk hesi fólk at geva okkum henda heiður.
Ringt er at síggja, at vit hava uppiborið ein slíkan heiður, tí ikki er lætt at síggja, hvat vit hava gjørt fyri at varveita føroyska upprunanáttúru. Heldur kunnu vit siga, at tað enn ikki er eydnast at gera skaðan størri, enn hann longu er.
Náttúruvernd í dag
Einasta náttúruverndaramboðið, føroyska samfelagið hevur, er ein náttúrufriðingarlóg, sum bert virkar í stakmálum og ikki fevnir um nakra samanhangandi ætlan. Ætlanir hava verið frammi um at skifta friðingarlógina um við eina meira umfevnandi og nútíðarhóskandi Náttúruverndarlóg. Saman við eini lendisætlan eru glottar at hóma, men enn er langt á mál.
Fram eftir fummum
Í fjølmiðlunum eru dagliga umrøður av stórum byggiætlanum. Byggiætlanum, sum í ongum føri fyrst hava støði í, hvat føroyska náttúran klárar at bera óskemmað. Nevnast kunnu flogvallarætlanir, vatnbyrgingar, vindmyllur, havnagerðir, vegaføringar, alduverk, útstykkingar, bátahylar, grótbrot, heingibrýr, skemmandi bygningar o.m.a. Alt sett í verk, ella ætlandi sett í verk, uttan at fyrilit yvirhøvur er tikið fyri náttúru á nakran hátt. Umfram bygging hava vit eisini fjøruoyðilegging, koralloyðing, ov stórt seyðabit, ov høgt fiskiveiðitrýst, sandsúgving o.m.a.
Øll vilja framburð, men framburður goldin við oyðing av náttúru er kostnaðarmikil í mistum virðum, virðum, sum í nóvgum førum ikki koma aftur og ofta ikki fáa eitt viðurkent virði, fyrr enn langa tíð aftaná. Ringt er at velja millum ítøkilig framburðaruppskot, og at halda hetta upp ímóti møguligum náttúruvirðinum Tí er best at meta um náttúruvirði frammanundan og síðan byggja framburð í tráð við tær ætlanir, sum frammanundan eru lagdar.
Náttúran er tað dýrabarasta vit hava, og eigur at verða virðismett sum so. Tað sømir seg als ikki einum framkomnum samfelag at bera seg at, sum vit gera. Tíverri eru tað nógvir føroyingar, ið als einki virði síggja í hesum. Hesi eru at finna bæði sum einstaklingar og sum meira skipaðar eindir í samfelagnum. Føroyska samfelagið eigur at vera so mikið at sær komið, at tað viðurkennir virðið í føroysku náttúruni og setir skipanir í verk at verja einar framhaldandi vakrar og natúrligar Føroyar.
..........
Sosialurin og Rás2 seta fokus á náttúru- og umhvørvismál. Í blaðnum seinastu dagarnar hava vit umrøtt ymisk viðurskifti á økinum. Í kvøld klokkan 1930 verða náttúru- og umhvørvismál evni á politiskum Trapputingi í Miðlahúsinum. Trapputingið, ið verður skipað í samstarvi við Lívfrøðingafelagið, verður sent beinleiðis á Rás2.