Náttúruverdarfelagsskapir mæla landsstýrinum til at taka við Kyoto samtyktini

Norðurlendsku náttúruverndarfelagsskapirnir hava júst havt ársfund í Føroyum og ein av felags samtyktunum er ein áheitan á landsstýrið um at taka við Kyoto samtyktini. Føroyar eru einasta norðurland, ið ikki hevur tikið við Kyoto samtyktini og millum mest dálkandi lond í heiminum

Føroya Náttúruverndarfelag hevur verið vertur við ársfundinum hjá norðurlendsku náttúruverndarfeløgunum. Á fundinum vórðu fleiri samtyktir gjørdar og ein teirra er, at ársfundurin einmælt mælir føroysku myndugleikunum til at taka við Kyoto sáttmálanum.
Sagt verður, at so sum Føroyar landafrøðiliga liggja, so er landið tengt at veðurlagnum og at hetta ávirkar lívsgrundarlagið á oyggjunum.
Veðurlagið verður ávirkað av orkunýtslu og CO2 útláti.
Kyoto sáttmálin er altjóða avtalan, har mong lond hava bundið seg til at minka útlátið av ymsum gassum og harvið gera sítt til, at minka um veðurlagsbroytingar.
Føroyar eru millum tey lond, sum fyri hvønn íbúgva hevur mest útlát av CO2. Og tí mælir ársfundurin eisini til, at føroyingar umhugsa alternativar orkuhættir. Føroyar eru einasta norðurland, ið ikki hevur tikið við Kyoto samtyktini.