Janus Hansen, lívfrøðingur
Ofta verður sagt, at tað er eingin orsøk til at uppfinna tann djúpa borðiskin umaftur. Helst var tað tað, sum løgtingið hugsaði í 1993, tá ið tað góðkendi altjóða sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi. Tað áliggur landstýrinum at røkka ásetingunum í sáttmálanum, og tá tað er gjørt, hava vit ein vælvirkandi náttúrupolitikk.
Sáttmálin býður landsstýrinum at friða lendi og sløg.
Sáttmálin býður landsstýrinum at nýta hugtakið lívfrøðiligt margfeldi í øllum viðkomandi umsitingarligum arbeiði.
Sáttmálin býður landsstýrinum at skipa ein náttúrupolitikk og umsita hann rætt.
Við at góðtaka henda sáttmála leggur løgtingið upp til ein virknan náttúrupolitikk, og tað sama gera politisku flokkarnir í teirra stevnuskráum, men hóast tað, so hava vit í 2006 ongan náttúrupolitikk í Føroyum.
Heimsins reinasta hav
Tað er lítið at ivast í, at tann náttúra, ið vit síggja í dag, ikki kann roknast sum órørd náttúra, tí lendið hevur verið bitið síðan landnám.
Norðmenn rokna villa náttúru sum tað, ið liggur 5 km frá næsta størri inntrivi, eitt nú húsum og vegum. Eftir hesum mátistokki er eingin vill náttúra í Føroyum. Við øðrum orðum, alt Føroyaland er longu tvey stig niður eftir stiganum frá veruliga villari og órørdari náttúru. So mikið meira syndarligt er tað, at tann náttúra, sum vit hava, als ikki verður vard. Henda vantandi verja sæst eisini aftur:
Fuglastovnarnir hava leingi verið í minking. Svartfuglurin er minkaður við meira enn einari helvt. Bládúgvustovnurin verður blandaður við tamdúgvur, so ein tann seinasti bládúgvustovnurin í heiminum er burtur um fá ár. Drunnhvítastovnurin í Nólsoy, sum kanska hýsur 90% av heimsstovninum, er eisini burtur um fá ár. Loyvi verður givið at oyða størsta ternubølið í Streymoynni. Ikki beinleiðis, men tá loyvi verður givið til stuttleikaskjóting beint við, so kann eingin ivast í, hvat úrslitið verður.
Náttúran verður dálkað í stóran mun, og hóast almennur politikkur er at látast sum einki, so kann ein og hvør síggja, at nógvastaðni hevur taðingin fingið valdið á náttúruni; hetta verður kallað lívrunnin dálking.
Føroyar eru fevndar av Ramsar-sáttmálanum, har vit eru bundin at verja vátlendi, men tey verða avveitt sum ongantíð áður.
Hvørt ár síggja vit nýggj plantu- og skordýrasløg, sum kunnu troka og oyða okkara upprunaligu sløg.
Kanska vit einaferð høvdu reinasta havið og eina órørda náttúru, men ikki í dag. Í dag eru vit, sum nógv onnur, eitt framkomið land, har vit byggja og dálka, men mótsett øðrum framkomnum londum hava vit ongan náttúrupolitikk.
Lógirnar hjá okkum
Landsstýrismaðurin í náttúru- og umhvørvismálum í 2000 sá trupulleikan og setti ein serfrøðingabólk til at geva tilmæli til, hvussu ein náttúru- og umhvørvispolitikkur skuldi skipast.
Frágreiðingin frá bólkinum kom í 2001. 10 tilmæli vórðu givin, m.a., at skipa eina fyrisiting, at gera eina nýggja náttúruverndarlóg og at raðfesta altjóða avtalur.
Vit hava eina náttúrufriðingarlóg, sum skal eitast at verja náttúruna, men serfrøðingabólkurin skrivaði:
Náttúrufriðingarlógin nøktar als ikki tann tørv, sum er á náttúrufyrisiting í dag. [...] Lógin er upprunaliga gjørd eftir tí donsku lógini og hóskar tí ofta illa til føroysk viðurskiftir. Lógin er eisini avoldað nú [...].
Um økis- og yvirfriðingarnevndirnar verður skrivað:
Nevndirnar fáa einki gjørt við ikki-dálkandi langtíðarvirkandi broytingar, sum t.d. landslagbroytingar, vatnorkubyrgingar og ikki sjónligar broytingar, sum t.d. oyðing av vøtnum.
Við øðrum orðum, nevndirnar eru til lítla og onga nyttu.
Lógin, sum skal verja náttúruna fyri fremmandum djóra- og plantusløgum, er frá 1938. Um hana skrivaði bólkurin:
Í løtuni er einki virkið eftirlit við, hvørjar plantur ella dýr verða innflutt til Føroya, og sostatt heldur eingin meting av, hvønn skaða tey møguliga kunna gera á okkara upprunaliga vøkstur.
Ein kann spyrja seg sjálvan, hvat endamálið er við einari frágreiðing, sum kolldømir nærum allar tær lógir, sum viðvíkja náttúruni, tá ið tað 5 ár seinni als einki er hent. Kanska politiski myndugleikin metir, at lógirnar tæna onkrum endamáli, men tað má vera meira politiskt enn nakað annað, tí náttúruni tæna tær so ikki.
Náttúrupolitikkur framyvir
Í 2003 avgjørdu londini, sum eru fevnd av sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi, umframt Sameindu Tjóðir, at seta sær nøkur felags mál, sum skulu røkkast í 2010.
Yvirskipaða málið er einfalt: í 2010 skal afturgongdin av lívfrøðiligum margfeldi verða steðgað. Sera nógv verður gjørt í okkara grannalondum fyri at røkka hesum máli.
Tað hevði verið eitt gott høvi hjá landsstýrinum at víst ábyrgd og sagt, at vit seta okkum somu mál sum grannalondini, men gakk, her verður koyrt í sama spori sum síðstu 15 árini: So leingi fólk hava onkra hugmynd av einum reinum havi og vakrari náttúru, verður einki gjørt.
Ikki fyrr enn dálkingin er so umfatandi og náttúran so útarmað, at tað stendur lýsandi klárt fyri øllum, fer landsstýrið kanska at lata við seg koma og siga, at her má okkurt gerast. Men tá er ov seint.