Náttúrufyrisiting

Janus Hansen, lívfrøðingur

Eg hevði eitt skriv í bløðunum herfyri, har víst varð á vantandi náttúruarbeiði hjá Føroya landsstýri. Í útvarpssending segði landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, at har verður arbeitt við at gera eina nýggja náttúruverndarlóg og við at seta eina náttúru-, umhvørvis- og lendisfyrisiting á stovn. Eg rokni við, at lógin, sum sipað varð til, er tann sama, sum Innlendismálaráðið segði var á veg í 2003, og at fyrisitingin, sum sipað varð til, er tann, sum varð sett í samgonguskjalið í 2002, og sum løgmaður í fjør segði skuldi verða sett á stovn 1. januar í ár.
Skuldi tað veruliga hent, at vit fáa eina náttúrufyrisiting, so havi eg tíverri ikki góðar vónir um, at hon fær gjørt tað arbeiðið, sum tey flestu av okkum vóna. Tvinnanda orsakir eru til tað.
Hugburðurin hjá landsstýrinum
Fyrsta orsøkin er, at ein fyrisiting skal arbeiða í samsvari við politikkin hjá landsstýrinum. Tað kann heilt greitt staðfestast, at í løtuni er hugburðurin og førdi politikkurin hjá landsstýrinum ikki til frama fyri náttúruna. Her skulu verða nevnd trý dømi:
Landsstýrið leggur einki í egnar hugsjónir á økinum. Í 2001 gjørdi Føroya landsstýri greitt, hvørja hugsjónir tað hevði í sambandi við ferðavinnupolitikk, m.a. varð sagt, at Ferðafólk, sum koma til Føroya, vilja uppliva náttúru og mentan okkara, og tí skal ferðavinnan í menning sínari hava atlit at varðveitslu av náttúruni og umhvørvinum. Hetta stóð sína roynd, tá ið tað gjørdist greitt, at fuglalívið undir bjørgunum í Vestmanna minkaði, og at ferðafólkasiglingin, sum har er, varð mett at skunda undir minkingina. Ein bólkur gjørdi eitt uppskot um, hvussu hetta kundi bøtast, men landsstýrið leyp frá sínum føgru orðum og læt standa til.
Innlendismálaráðið fíggjar náttúruoyðing. Tað er staðfest at størsta hóttanin ímóti náttúruni í dag er beinleiðis menniskjalig inntriv, og atnæststørsta hóttanin er innslødd fremmand sløg. Hóast tað, so er tað júst hetta virksemi, sum landsstýrið stuðlar, tá tað loyvir og fíggjar træplanting mitt í føroysku náttúruni.
Inntriv verða tikin fram um náttúru. Tá ið inntriv verða gjørd í náttúruna í sambandi við størri verkætlanir, vigar landsstýrið virðið á náttúruni mótvegis virðinum á inntrivinum. Dømini eru nógv, t.d. samferðsluhavn í Suðuroy, vindmyllur í Neshaga og uppi á Mýrunum í Vestmanna og velting og avveiting av haga og mýrulendi kring alt landið. Í hvørjum einstøkum føri hevur landsstýrið tikið ta avgerð, at náttúran er minni verd enn inntrivið.
Um landsstýrið ikki metti seg hava grundarlag fyri at taka avgerðir í slíkum málum, har náttúran møguliga er fyri vanbýti, so vórðu onga avgerðir tiknar. Tá ið avgerðir alsamt verða tiknar, so er tað tí, at landsstýrið metir seg hava eitt nóg gott grundarlag. Tá er trupulleikin ikki ein vantandi náttúrufyrisiting, men ein førdur politikkur, sum er skaðiligur fyri náttúruna.
Her koma vit aftur til tað, sum nomið varð við í byrjanini, nevniliga at náttúrufyrisitingin ikki fer at arbeiða sambært føgrum orðum, hugsjónum ella visjónum, men veruliga politikkinum hjá landsstýrinum. Skal náttúrufyrisitingin arbeiða til frama fyri náttúruna, so skal politikkurin broytast.
Hevur landsstýrið ætlanir um at broyta hugburð og politikk mótvegis náttúruni?
Neyðug vitan er ikki tøk
Næsta orsøkin til at náttúrufyrisitingin neyvan fær arbeitt, sum ein slík fyrisiting eigur, er, at ein fyrisiting skal hava nakað at arbeiða við. Umframt vitan um lógir og altjóða sáttmálar skal náttúrufyrisitingin hava vitan um náttúruna. Landsstýrismaðurin í Innlendismálum hevði fatur í rætta endanum, tá ið hann segði, at, í einari nýggjari umhvørvisverndarlóg eigur mann at fara inn og skráseta, hvat er í landinum og hvat, sum hevur tørv á at verða friðað. Tílíka skráseting av, hvat er í náttúruni, kann ein fyrisiting ikki gera, men einans lívfrøðingar og fólk við serkunnleika  og tað yvir eitt longri tíðarskeið. Í flestum londum er henda skráseting ein partur av tí grundarbeiði, sum náttúrugripasøvn, fróðskaparsetur og aðrir almennir og kommunalir stovnar gera, men soleiðis er ikki í Føroyum. Heitt hevur verið á landsstýrið um at seta pening av til hetta, men tað hevur landsstýrið valt ikki at gera.
Síðstu árini hevur Innlendismálaráðið fíggjað eina verkætlan á Náttúrugripasavninum, har arbeitt hevur verið við m.a. at gera eina skipan, har náttúrudátur verða skrásettar og gjørdar tøkar á alnetinum. Ætlanin hevur alla tíðina verið, at hetta skal vera eitt amboð hjá einari komandi náttúrufyrisiting. Í ár varð avgjørt ikki at fíggja hesa verkætlan longur, og er hon tí niðurløgd. Henda skipan og tann vitan, sum henda verkætlan hevur lagt eftir seg á Náttúrugripasavninum, fer nú fyri skeytið.
Tá ið náttúrufyrisitingin fer til arbeiðis, fær hon lítla og onga kunning um, hvat fyriferst í náttúruni, og tá nytta nýggjar sum gamlar náttúruverndarlógir líka lítið.
Ætlar landsstýrið, at ein náttúrufyrisiting skal taka støðu til mál uttan at hava neyðuga vitan um náttúruna?
Tíð at fara til verka
Í 1993 góðtók løgtingið altjóða sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi. Harvið eru Føroyar, eins og flestonnur lond í heiminum, bundnar til tær ásetingar og mál, sum hesin sáttmáli inniber. Eitt av hesum málum er, at í 2010 skulu vit kunna staðfesta, at afturgongdin av lívfrøðiligum margfeldi er steðgað.
Landsstýrið hevur ikki gloymt hesa avtalu, tí saman við øðrum Norðurlondum skrivaði Innlendismálaráðið Miljøhandlingsplan 2005-2008. Har stendur: Det nordiske samarbejde skal indrettes på en sådan måde, at den negative udvikling, når det gælder tab af arter og bestande inklusive deres levesteder, stoppes med det formål, at tabet af biologisk mangfoldighed standses senest i 2010 og víðari: Arbejdet med at standse tabet af biologisk mangfoldighed senest i år 2010 vil have høj prioritet.
Londini uttan um okkum arbeiða við at røkka hesum máli. Umframt at gera sama arbeiði sum tey, noyðast vit  eftir fýra árum  at fáa ta vitan til vegar, sum tey hava fingið eftir fleiri áratíggju av grundarbeiði.
Skulu vit røkka á mál, er neyðugt, at fáa eitt nóg gott yvirlit yvir sløg og vistskipanir í náttúruni, og hvør gongdin hjá teimum er. Síðani er neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at steðga orsøkunum til tær afturgongdir, sum eru. Í 2010 skal so staðfestast, at afturgongdin í náttúruni er steðgað.
Við hesum í tonkunum skuldi ein trúð, at Føroya landsstýri setti lívfrøðingar og verkætlanir í verk, bæði fyri røkka 2010-málinum, men eisini fyri at ein náttúrufyrisiting skal hava nakað ítøkiligt at arbeiða við. Tíverri kann bara staðfestast, at einki verður gjørt. Orsøkin, ella heldur undanførslan, tykist at vera, at tað verður arbeitt við at skipa náttúruverndarlóg og náttúrufyrisiting. Avleiðingin av arbeiðsgongdini hjá landsstýrinum er, at vit ikki skulu rokna við, at Føroyar teljast millum tey lond, sum í 2010 kunnu staðfesta, at málið er rokkið.
Hevur Føroya landsstýri tikið avgerð um, at 2010-málið ikki skal røkkast?