Náttúrliga frágongdin bjargar heimarøktini

Seinastu tríggjar mánaðirnar eru fýra heimarøktarar í Vágunum uppsagdar. Orsøkin er rætt og slætt manglandi pengar, sigur Malan Helgadóttir, eftirlitskvinna og økisskrivari í Vágunum. Hon er sannførd um, at einasta orsøkin til, at støðan ikki er heilt akutt er tann náttúrliga frágongdin, sum hevur verið seinasta árið

Støðan kundi verið heilt hættislig á heimarøktarøkinum í Vágunum. Tí nú hevur økisskrivarin og eftirlitskvinnan Malan Helgadóttir togað í neyðbremsuna. Hon er vorðin troytt av at játtanin verður skorin ár eftir ár, og tí hevur hon tikið tey stigini, sum eru neyðug til tess at kunna halda játtanina. Og hetta gongur útyvir starvsfólkið og brúkararnar.
Fýra heimarøktarar eru sagdar úr starvi síðani seinasta heyst, og brúkarar fáa rætt og slætt at vita, at tað tíverri ber ikki til at fáa hjálp, tí ongir pengar eru til.
? Hetta er ein syndarlig støða, sum vit eru komin í, og nú ber ikki til longur, sigur Malan.
Tað er ongin tungur brúkari á bíðilistanum, sum nú er, men har eru fólk, ið tørvar hjálp á ymiskar aðrar hættir. Til dømis til reingerð.
Malan ivast ikki í, at tað er tann náttúrliga frágongdin, sum hevur verið í Sandavági og Miðvági seinasta árið, sum bjargar støðuni í fyrstu atløgu, men tað kunnu tey ikki liva við í longdini.

Lægri støði
Uppsagnirnar hava við sær, at heimarøktin í Vágunum ongantíð kemur uppaftur á tað støðið, sum hon var á fyrr í summar.
Heimarøktararnir hava í fleiri ár nú fingið størri og størri arbeiðsbyrðu, tí tær skulu gera meira við minni tíð, at tað ber ikki til at leggja meira á herðarnar á teimum. Og tí endaði tað við, at fýra heimarøktarar vórðu sagdar úr starvi, og ongin brúkari verður tikin inn afturat.
Sostatt er tað ikki arbeiðsbyrðan hjá heimarøktarunum, sum økist við hesi sparingini, sum tey nú hava framt, men heldur gongur tað út yvir brúkaran.
? Eg eri troytt av at siga við fólk, at eg síggi tørvin, men eg fái onki gjørt, tí her eru ongir pengar, sigur Malan.
Hon fegnast bara um í øllum hesum, at ongin liggur á sjúkrahúsi og bíðar eftir røktarplássi.
? Tað er tað ringasta, sum kann henda.
Malan greiðir frá, at arbeiðsbyrðan innan heimarøktarøkið er ójøvn. Og hon veit, at talan er um eitt lakari tíðarskeið nú, og tískil stúrir hon fyri, hvussu tað fer at verða, tá meira kemur aftur.

Eitt politiskt krav
Malan sigur, at hon skilir væl ótryggleikan, sum hendan sparingin hevur havt við sær, men samstundis leggur hon dent á, at tað einasta politiska kravið til heimarøktina í dag er, at játtanin skal haldast. Og tað heldur hon er nógv fyri.
? Í fleiri ár hevur Fíggjarætlanin rátt yvir hvør hevur rættindi og ikki, og tað kann ikki halda fram, tí haldi eg, at tíðin er komin, har politkarar, sum tora, skulu seta seg niður við hesum akutta málinum og lógarfesta heimarøktina, tí hetta fer bara at standa við og versna, sigur Malan, sum eisini eftirlýsir pengar, sum eru játtaðir til heimarøktina.
Hon veit, at játtanin er hækkað í fleiri ár nú, men hon sigur, at teir koma ikki út til brúkaran.
? So tað er ikki gott at vita, hvat pengarnir fara til. Gamaní, fer ein partur til lønarhækking, sum heimarøktararnir hava fingið, men tað er ikki alt, tað er púra sikkurt, sigur Malan.
Hon vísir at enda á, at í Vágunum kosta 24 brúkarar, sum búgva á trimum sambýlum umleið helvtina av tí, sum 130 brúkarar úti í øki tvey, sum er Vágar/ Norðstreym kosta.
? Vit kunnu ikki liva við hesi støðuni. Okkurt má gerast og tað skjótt eisini, sigur Malan Helgadóttir at enda.