Náttúran kostað 370.000 lívið

Fyrsta tígguárið í hesi øldini er tað heitasta, sum nakrantíð er mált, og ógvusligt illveður og náttúruvanlukkur hava hesi tíggju árini kostað meira enn 370.000 menniskjum lívið, sigur ST.

Hvørt ár, burtursæð frá 2008, var hitin so nógvur, at hesi árini eru millum tey níggju heitastu, sum eru máld, síðani farið var undir at hitamátingar fyri góðum 160 árum síðani.

Hóast talið á teimum, sum eru deyð í vatnflóð og stormi, er fallið hesi árini, eru skrásett yvir 370.000 andlát, sum hava beinleiðis tilknýti til ógvusligt illveður, náttúruvanlukkur og veðurlagið annars.