Nýtt røktarheim um hálvttriðja ár

Nú er klárt hjá vestmenningum at fara undir bygging av einum røktarheimi í bygdini.

Herfyri boðaði nevniliga Almanna- og Heilsumálaráðið kommununi frá, at ráðið vil stuðla ætlanini at byggja røktarheim í bygdini.
Stuðulin til byggingina er 12 mió kr. Tað verða 24 pláss tøk á heiminum, sum eftir ætlan skal byggjast á staðnum teir nevna Follendi.
Vestmanna Kommuna hevur haraftrat gjørt avtalu við Kvívíkar Kommunu um felags bygging. Henda avtala inniber, at Kvívíkar Kommuna fær rættin at brúka ein triðing av plássunum á heiminum.
Í ætlanini er eisini eitt dagtilhald knýtt, sum kommunurnar tó ikki gjalda fyri sjálvar. Her er ein áhugabólkur sum hevur tikið stig til hetta.
Ætlanin er at røktarheimið skal verða klárt at taka í nýtslu um ársskiftið 2008/09, upplýsir Vestmanna kommuna.