Atli Steinbjørn Justinussen
býráðslimur
Næstformaður í Sosialu nevnd í Klaksvíkar Kommunu
atli@atli.fo
Samgongan hevði samtykt at taka eldarpolitikkin uppaftur til 2008.
Men ikki var ein komin meira út enn um Býraðsgátt, tá undirritaði hevði biðið um farloyvi, frættist í fjølmiðilinum, at Klaksvíkar Kommuna skal byggja røktarheim á Viðareiði.
Fyrst vil eg siga, at hetta er at geva hinum bygdinum, sum longu eru upp í Klaksvíkar Kommunu, ein frammaná.
Havi sæð, at umboð fyri Mikladal og Trøllanes, hava verið frammi í fjølmiðlinum um, at teir halda at teir burdu farið at eftirmett samanleggingina við Klaksvíkar Kommunu, ja, eg má siga ákkurát sum er, at eg fekk smílibondini fram, tí Klaksvíkar Kommuna fyllir 100 ár í 2008, og heimbygd okkara Árnafjørður, hevur verið í Klaksvíkar Kommunu øll hesi árini, so er tað nakað øki, her um leiðir, sum hevur krav um eitt røktarheim í Kommununi, ja, so er tað Árnafjørður.
Las í Norðlýsinum, har borgmeistarin á Viðareiði, roknaði við at allar aðrar Kommunur fara at koma við í samstarvið, eg haldi at tit skuldu verið so mikið at tykkum komnir, at boðið hinum Kommununum í Norðuroyggjum við beinanvegin.
Í Norðlýsinum var eisini grein, har Jórun Høgnesen, form. í Sosialu nevnd, rósti hesari verkætlan upp til himmals, og so stóð eisini at lesa, at Klaksvíkar Kommuna spardi eisini pening, vita tit hvat, sum hava samtykt hetta, tann størsta Kommunan í økinum kann ikki hava hendan leistin at arbeiða uppá, tí tann sum hevur flest borgarar skal sjálvandi gjalda flest krónur.
Og sjálvur haldi eg, at best egnaða økið í Norðuroyggjum til at byggja eitt røktarheim, er í Árnafirði, Árnafjarðar-økið er miðøkið í Norðurøkinum, tað boðar tann gamli tingstaður uppí á Køtlum í bygdini frá, og so er Árnafjørður tað økið, sum allatíðina hevur verið upp í Klaksvíkar Kommunu, og tað er stutt at koyra, frá øllum hinum økjum til Árnafjørð.
Undirritaði fari inn aftur í Býraði 1. feb. og við hesum leistinum fari eg ikki at taka undir við hesum, tí hast verk er last verk.
E.S. Haldi eisini, at tíðin er komin til, at Kommunan broytir navn til Norðoya Kommuna, fyri langari tíð síðani, áleið eini 200 ár aftur í tíðina, vóru Norðuroyggjar ein Kommuna, sum eisini bar tað navnið tá.
Tí nú er so nógv tos um samalegging, sum eg havi eina greiða støðu til, um aðrar Kommununr her á økinum skulu upp í størstu kommunu, ja, so skal tað vera frívillugt frá teimum, har ein fólkaatkvøða verður í ti kommunu, sum ætlar at leggja saman við KK.
Og navnið Norðoya Kommuna hóskar seg betri, tí longu nú eru fleiri økir uppí, Árnafjørður, Norðoyri, Ánir, Trøllanes og Mikladalur.